Fiskur selur ikki list, list selur fisk

Í Dimmalætting 24. august hevur Beata L. Samuelsen áhugavert viðtal við stjóran, Ragnar Siil og ráðgevan, Jorma Sarv úr estlendska mentamálaráðnum.

Listafólkasambandið hevði eisini fund við hesar báðar ógvuliga frúntligu menn úr Estlandi. Vanliga hugsanin um Estland er, at hetta er eitt eysturevropesikt land, ið ikki er eins framkomið og vit eru. Tað sást eisini á viðtaluni, at her er talan um eitt land, har fólkið ikki hevur tað so gott sum vit. Innflatiónin í Estlandi liggur um seks prosent og arbeiðsloysi er um 15 prosent. Vit hava teir seinastu nógvu mánaðirnar jabba um kreppu og eg veit ikki hvat. Politikarar hava staðið í beinum raði og roynt at mana fram eina kreppu. Henda sokallaða kreppan, vit hava her á landi, hevði verið ein hin størsta framgongdin í estlendskari søgu, var hon har, so tað velst um, hvussu forkelað eyguni eru, sum síggja.

Tað, sum ikki kom fram í viðtaluna, og sum vit tosaðu við teir um, var, hvussu listafólkini høvdu tað í Estlandi samanborið við okkum, sum her á landi starvast við list. Eg gjørdist rættiliga skelkaður av, hvussu frammaliga tey eru í Estlandi, bera vit estlendingar saman við okkara sokkallaða framkomna og mentaða land.

Føroyskir politikarar hava nógv at læra. Grúiliga nógv. Fari her at nevna nøkur mál, sum hesir so arbeiðsfúsu fulltrúarnir úr estlenska mentamálaraðnum søgdu okkum, at listafólk í Estlandi hava, men sum vit ikki hava.

Mentamálaráðið í Estlandi hevur í samstarvi við Talinn kommunu keypt 50 gamlar ídnaðarbygningar, sum teir hava gjørt um til sjónleikahús, listabýli, atelier, skrivstovur til rithøvundar, framsýningarhøllir og annað.

Teir hava eina serskattaskipan til listafólk, tí at hesi detta altíð ímillum eina A-skattaskipan og eina B-skattaskipan.

Teir hava eina lønartrygd, ið tryggjar listafólki frið at skapa síni verk.

Teir gjalda fyri at fáa listafólk á skeið í fíggjarstýring, soleiðis, at listafólkini betur sjálvi kunnu promovera sína list.

Enntá hava teir eina arbeiðsloysisskipan, har listafólk, ið eru komin til skaða ella hava eina skapanarblokadu, kunnu fáa pengar.

 

Her sita vit í Føroyum og rósa okkara skipan. Tað er til at skammast yvir. Tað er beinleiðis flóvisligt at tosa við slíkar menn og at skula greiða teimum frá, hvussu vit hava tað, við øllum teimum pengunum, sum vit hava á ráða yvir her á landi, og at her tosa vit fyri deyvum oyrum.

At enda við, so løgdu hesir báðir stóran dent á, hvussu stóran týdning tað hevði, at listafólk høvdu eitt umhvørvið, har hugskot og tankar kundu blóma.

Okkurt er grundleggjandi galið í Føroyum. Ilt er at siga, um talan er um ov vánaligar fulltrúar hjá mentamálaráðnum ella um talan er um mentamálaráðharrar, ið ikki vilja arbeiða fyri livikorunum hjá listafólkum, tí at ráðharrarnir ikki hava skilt, hvønn týdning listin hevur fyri samfelagið. Tað mátti verið ein góð avbjóðing hjá einum politikara at arbeitt við slíkum, sum í øllum øðrum londum verður mett sum ein munagóð íløga fyri samfelagið.

Kanska eru vit (eins og í Pisakanningini) eisini aftast á hesum økinum. Tað rokni eg tíanverri við. Men eg bjóði politikarunum av at prógva hitt øvugta.

 

Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í Listafólkasambandi Føroya