Tey, sum fyrrapartin hava verið á marknaðarplássinum í Vágsbotni og ikki longu høvdu forsýnað seg við náta, høvdu ein nýggjan møguleika í morgun.
Ein maður seldi skoldaðar nátungar, men um middagsleitið hevði hann longu selt allar teir umleið 70 fuglarnar, hann hevði við sær. Maðurin segði seg hava nakað av fugli eftir við hús, men legði aftrat, at hann verður ikki at síggja á marknaðarplássinum aftur í dag.
Hóast eingin nátungi var eftir, er fiskur í ymiskum útgávum á marknaðinum í Vágsbotni nú seinnapartin. Alt frá heilum kalvahøvdum um ræstan fisk til frikadellur var partur av marknaðarútboðnum, nú Portalurin var fram við fyri løtu síðan.
Men her er eisini annað enn fiskur, nú farið er um middagin.
Turr grind og spik eru eisini á marknaðinum, og nú veðrið í Vágsbotni er so gott, er fitt av fólk at síggja á marknaðarplássinum.










