Tað er ikki omega-3, sum er so góð fyri hjarta, men aminosýran taurin. Tað vísa nýggjar kanningar í Noregi. Kanningar í Noregi vísa nú, at tað er fiskurin sjálvur - og ikki bara fiskafeittið - sum er gott fyri hjarta.
Granskarar hava leingi undrað seg yvir, at tað ikki hevur hjálpt móti høgum kolesteroli at geva fólki, sum hava luttikið í kanningum, tran og annað kosttilskot úr fiskafeitti. Hinvegin hava tey, sum hava verið við í slíkum kanningum, og sum bara hava etið fisk, havt lækkandi kolesterolvirði.
Nýggjar kanningar vísa, at tað eru onnur evni í fiskinum, sum gera mun.
Aminosýran taurin verður nú mett at vera hon, ið er so góð fyri hjarta - og ikki omega-3.
Professarin, Edel Elvevoll, sum starvast á norska Fiskivinnuháskúlanum og Universitetinum í Tromsø, legði fram nýggju granskingarúrslitini á einum seminari, sum norska Eksportutvalget fyri fiski og Nordea hildu, tá framsýningin Aqua Nor varð hildin í Tróndheimi herfyri.