Fiskiveiðieftirlitið fer nú at skipa eitt nýtt starv á stovninum, og í hesum sambandi verður lýst eftir løgfrøðingi.
- Vit "dyrgja" eftir einum løgfrøðingi, ið torir at taka við stórum avbjóðingum, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og sum dugir at taka avgerðir.
Eftirlitið sigur, at burtur úr rúgvuni av málum, sum løgfrøðingurin kemur at arbeiða við, kann nevnast ráðgeving í tilbúgvingarmálum og at ráðgeva leiðsluni á landi og umborð á skipunum í løgfrøðisligum spurningum.
- Mynstrað verður hin 1. apríl 2013, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at tann, sum tekur kjansin og søkir, fær eitt starv við fjølbroyttum uppgávum í mennandi og yrkisligum umhvørvi, har viðkomandi kemur at samstarva, men eisini at vera í sjálvdrátti, sum tikið verður til í lýsingini.
Umsóknarfreistin til starvið sum løgfrøðingur á Fiskiveiðieftirlitinum er í seinasta lagi hin 8. mars 2013 á middegi.
Myndin, sum er viðheft tekstinum, er tilvildarliga vald.