Fiskiveiðan á heimshøvunum kann ikki økjast

Leiðarin fyri fiskivinnustovnin undir ST (FAO) heldur ikki, at fiskiskapurin kring um heimshøvini kann økjast meira. - Heimsins íbúgvum tørva mat. Tí er tað ein týdningarmikil uppgáva hjá okkum at finna út av, hvussu nógv kann fiskast. Tonsatalið hevur í fleiri ár verið mett til 95 miljónir tons. Hetta tal kann ikki økjast, sigur Jorge Csirke, leiðari fyri FAO. Á fundi hevur hann greitt frá, hvussu fiskiveiðan hevur ment seg síðan seinna heimsbardaga. Í mong ár varð nógv meira fiskað í norðari hálvu enn á syðru. - Sum tíðin leið, øktist fiskiveiðan nógv á syðru hálvu, og nú hevur fiskiveiðan í Indiska Havinum, fram við strond Vesturafriku og í Suðurameriku yvirhalað veiðina á norðari hálvu. Eftir at veiðan sunnanfyri hevur verið fyri stórari øking, er vøksturin nú minkaður. Leiðarin fyri FAO sigur, at fiskastovnar eru kollapsaðir, og ikki minst hetta hevur ført til, at hugburðurin er broyttur. - Nú verður ikki í sama mun hugt at, hvussu nógv ber til at veiða, men meira, hvussu nógv er ráðiligt at veiða. Heimsins lond hava, sum árini eru liðin, fingið eyguni upp fyri, at fiskiríkidømið í heimshøvunum er avmarkað, og at nøkur fiskasløg mugu varðveitast sum føði til onnur fiskasløg. Ein liður í øllum hesum arbeiði, sigur Jorge Csirke, er tær altjóða avtalur, sum eru millum lond.