Fiskiskipaflotin – við fáum orðum

Vit fara niðanfyri at taka ymisku bólkarnar í fiskiskipaflotanum í stuttum, soleiðis sum Rasmussen & Weihe meta, at gongdin hevur verið síðan 2001 saman við útlitunum fyri árið í ár

Fiskiflotin

Pelagisk skip
Um hendan skipabólkin verður sagt, at tey høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 fall úrslitið munandi. Afturgongdin helt fram í 2003 og 2004. Í 2005 fór aftur at ganga framá, og flotin er rímiliga væl konsolideraður – og er annars væl fyri sum heild.
- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er miðalprísurin hjá pelagisku skipunum hækkaður munandi fyrstu 9 mánaðirnar í 2006 í mun til somu tíð árið fyri. Samlaða veiðan er eisini økt. Sambært upplýsingum, vit hava fingið, verður samlaða veiðivirði í 2006 væl hægri enn í 2005.
Í niðurstøðu síni sigur Bjarni Poulsen, at hóast høga oljuprísin meginpartin av 2006, verður roknað við, at pelagiski flotin fær eitt betri úrslit í ár enn í fjør.

Rækjuskip
Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan hjá flotanum, sum eftir er, var framvegis vánalig við árslok 2005. Í løtuni eru bert trý skip í vinnu, og millum hesi er Arctic Viking, sum er komin aftur undir føroyskt flagg.
- Miðalprísurin hjá rækjuflotanum fyrstu 9 mánaðirnar í ár er øktur, men færri skip hava fiskað eina munandi minni nøgd í 2006 í mun til somu tíð í fjør.
Bjarni sigur, at tað er alt, sm bendir á, at rakstrarfyritreytirnar hjá rækjuflotanum eru batnaðar nakað í 2006.
- Í seinastuni er prísurin á kókaðum rækjum øktur nakað, men munandi broytingar skulu til, áðrenn verandi rækjufloti fær javnvág í raksturin.

Verksmiðjuskip
Um verksmiðjuskipini er at siga, at hesi hava havt rímiliga góð ár, og flotin er rímiliga væl fyri við árslok 2005. Hóast broytingar í miðalprísi seinastu 5 árini, hevur raksturin verið stabilt góður. Vøkstur í prísi hevur vigað upp ímóti falli í veiðinøgd árini 2003-2005.
- Væntandi er, at veiðinøgdin minkar nakað í 2006, men hinvegin økist miðalprísurin. Hetta ger, at samlaða veiðivirði veksur nakað.
Bjarni sigur, at 2006 sær út til at geva umleið tað sama – ella kanska eitt sindur betri úrslit áðrenn óvanligt – í mun til 2005.
- Leggjast skal aftrat, at færri verksmiðjutrolarar hava fiskað kvoturnar í 2006, og tí er væntandi, at rakstrarúrslitið fyri hvørt skipið verður betri í 2006 enn í 2005.

Partrolarar
Partrolaraflotin er hampiliga væl fyri, men fíggjarstøðan versnaði árini 2002-2004.
Miðalprísurin hevur verið støðugt fallandi síðan 2001, men stabiliseraði seg aftur í 2005. Saman við munandi vøkstri í veiðinøgdini broyttist úrslitið frá halli í 2004 til yvirskot í 2005.
- Veiðinøgdin fyrstu 9 mánaðirnar í ár er økt nakað, og somuleiðis eru miðalprísirnir øktir. Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er veiðivirðið økt 4,6% fyrstu 9 mánaðirnar í ár, og roknast kann við, at raksturin hjá hesum skipabólki verður betri, hóast høga oljuprísin, sigur Bjarni Poulsen.

Lemmatrolarar
- Fíggjarstøðan hjá lemmatrolarunum er samanum tikið hampilig, og konsolideringin er rímiliga góð. Gjaldførið hjá hesum skkipum versnaði munandi árini 2001-2002 og var heldur ikki nøktandi við árslok 2005.
Bjarni vísir á, at lemmatrolararnir hava megnað at havt ein rímiligan rakstur í árunum 2000-2003, men í 2004 hevði skipabólkurin munandi afturgongd í rakstrinum í mun til undanfarin ár.
- Øking í veiðinøgd og miðalprísi árini 2004-2005 merkti, at hallið í 2004 upp á 12,5 mió krónur er vent til yvirskot upp á 1,8 mió krónur í 2005.
Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag hava lemmatrolarar havt eina framgongd í veiðinøgd upp á út við 23% fyrstu 9 mánaðirnar í ár, men miðalprísurin er sambært tølunum lækkaður nakað.
- Samanlagt er veiðivirðið økt við 18% í mun til sama tíðarskeið í 2005 – men við dýrari olju í 2005, verður samanlagt roknað við, at árið í ár rakstrarliga verður umleið tað sama sum 2005.

Línuskip
Línuskipaflotin hevur havt nøkur góð ár og er rímiliga væl fyri.
- Línuskipini hava havt ein støðugan vøkstur fram til 2003, sum gjørdist eitt serstakliga gott ár hjá teimum. Positiva gongdin vendist í 2004, og er samlaða úrslitið fyri 2005 eitt hall á sama støði sum í 2004.
Bjarni sigur, at miðalprísurin hjá línuskipum øktist í 2005 eftir støðugt fall árini 2001-2004. Hinvegin minkaði veiðinøgdin árini 2004-2005 við 9,9%.
- Sambært nýggjastu tølunum hava línuskipini merkt eina framgongd í veiðinøgd upp á 2% fyrstu 9 mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør. Haraftrat er miðalprísurin øktur við 14%, soleiðis at veiðivirðið er økt við 16,5%.
Mett verður tí, at rakstrarúrslitið hjá línuskipunum verður á nøkulunda sama støði í ár sum í 2005.

Garnaskip
Árið 2001 royndist væl, men bæði 2002, 2003 og 2004 royndust minni væl. Samlaða fallið í nettosøluni árini 2001-2005 er stívliga 28,4%.
Úrslitið í 2005 var nakað betri enn í 2004.
- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er miðalprísurin hjá garnaskipum øktur við 13,5% fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Á hinari síðuni er samlaða nøgdin minkað við 8,8% í sama tíðarskeiði. Men her skal so eisini havast í huga, at tølini fyri 2006 fevna um 7 skip í mun til 6 skip í 2005.
Bjarni Poulsen vísti á, at samlaða veiðivirði er umleið 3,5% hægri higartil í ár enn í fjør.
- Væntandi verður úrslitið hjá garnaskipum á nøkulunda sama støði sum í 2005, tó kann ein ávís afturgongd væntast í rakstrinum í ár, sigur hann.