Fiskiskapurin tann ringasti í nógv ár

Føroyska feskfiskaveiðan í fjør var tann minsta í nógv ár.

Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt.

Uppgerðin vísir, at avreiðingarnar av feskfiski hava verið støðugt fallandi seinastu árini.

Í 2012 var nøgdin 82.000 tons, og tað er so lítið, at ein skal aftur til tey søguliga vánaligu fiskiárini fyrst í 1990´unum fyri at finna líknandi tøl.

Til samanberingar vórðu avreidd 120.000-140.000 tons í árunum frá 2001 til 2007.

Feskfiskaveiðan fevnir um feskfisk hjá føroyskum skipum, sum er farin um avreiðingarskipanina, men ikki um uppsjóvarfisk.

Nakað meiri av upsa varð avreitt í 2012 – góð 5000 tons, ella ein hækking á 18% aftur ímóti 2011.

Hóast nøgdin av upsa kvinkaði nakað upp í fjør, eru tey knappliga 33.000 tonsini, sum vórðu fiskað í fjør, ikki nógv, samanborið við undanfarin ár, tí alt tíggjuára skeiðið frá 2001-2010, lá veiðan av upsa millum 40.000 og 60.000 tons um árið.

Nøgdin á toski minkaði munandi frá 2011 til 2012 – góð 3.500 tons ella 30% - og hevur verið støðugt lág seinastu sjey árini, um 10.000-12.000 tons.

Í fjør kom nøgdin niður á 8.500 tons, og er hetta so lágt sum fyrst í 1990´unum.

Um samanborið verður við árini frá 1995 til 2005, varð tá avreitt tvær ferðir, tríggjar ferðir og fýraferðir meir av toski, enn nøgdirnar, vit hava sæð seinastu árini.??

Hýsunøgdin minkaði 22% frá 2011 til 2012 og er nú so lítil sum ongantíð fyrr. Í fjør vórðu avreidd 2.600 tons. Til samanberingar vórðu avreidd 15.000-25.000 tons av hýsu árini 1997-2006.?

Nú minni er til av toski, og hýsan næstan er horvin úr fiskiskapinum, eru tað onnur botnfiskasløg, sum hava fingið størri týdning, eitt nú longa og brosma.

Nøgdirnar á hesum báðum fiskasløgum eru støðugt vaksnar síðan beint eftir aldarskiftið – úr góðum 2.000 tonsum upp um 4-5.000 tons.

Nevnast kann, at brosma hevði í 2012 eitt størri avreiðingarvirði enn hýsan, og brosma og longa tilsamans nærkast avreiðingarvirðinum fyri allan toskin.