Nú skulu fiskimenn, sum verða sjúkir, ella fáa skaða, verða betri tryggjaðir.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nevniliga lagt uppskot fyri løgtingið um at seta lógina um sjúkratrygd til fiskimenn úr gildi.
Soleiðis verða fiskimenn nú fevndir av dagpeningaskipanini, longu frá fyrsta degi.
- Fiskimenn skulu tí bert venda sær eina ferð til eitt stað, verða teir sjúkir ella fáa skaða.
Ein broyting er, at nú skulu fiskimenn ikki longur sjálvir útvega sær váttan frá skipara og læknaváttan innan 14 dagar, eftir at teir eru komnir í land.
Somuleiðis verða tey, sum annars koma so illa fyri, at tey ikki høvdu havt rætt til dagpening, eisini fevnd av dagpeningaskipanini.
Talan er um persónar, sum eru farnir úr starvi, men verða sjúkir, áðrenn umsókn er latin ALS, og tí í dag ikki hava rætt til hvørki dagpening ella arbeiðsloysistrygging.
Persónar, sum júst eru byrjaðir í starvi, men sum gerast sjúkir áðrenn 120 arbeiðstímar, kunnu somuleiðis fáa rætt til dagpening.