Øll fiskiskip, sum fiska undir Føroyum, eiga at verða løgd rundan um ársskiftið, har tað ber til.
Tað heldur Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og tey halda, at hetta eigur at verða nevnt í lógini, nú samgongan ætlar at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.
Í hesum sambandi heldur felagið, at skipini skulu liggja frá Tollaksmessudegi, sum er 23 desember, til 2. januar. Og koma skip, sum fiska á fjarleiðum, heim í hesum tíðarbili, skulu tey eisini leggjast til 2. januar.
Tey halda eisini, at hevur eitt skip verið úti í meiri enn fimm dagar, tá ið tað kemur inn at avreiða, skal tað liggja í minst eitt samdøgur, áðrenn tað sleppur at loysa aftur.
Tey í Skipara- og Navigatørfelag, halda, at eitt slíkt tiltak sum hetta, kann verða ein partur av arbeiðnum at røkja fiskastovnarnar undir Føroyum, tí so fáa teir frið hesa tíðina.
Men teir halda eisini, at hetta er eitt tiltak, sum hevur týdning fyri trygdina á sjónum.
Og kravdu legudagarnir um ársskiftið hevur eisini týdning fyri familjulívið hjá fiskimonnum, heldur Skipara- og Navigatørfelag.










