Fiskimálaráðið ger egið mistak lógligt

Ræðisavmarkingin á útróðrarbátinum Nakki, sum fer úr flotanum fyri Jógvan S, er strikað av Fiskimálaráðnum. Tað var eitt mistak, at báturin, sum síðan 1991 bert hevur havt loyvi at fiska við snellu, kortini fiskaði við línu í eini átta ár, sigur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum. Báturin fær tí fult fiskiloyvi aftur

Fiskivinnuumsiting

Fiskimálaráðið hevur tann 21. februar í ár boðað eigarunum av útróðrarbátinum Nakki frá, at ræðisavmarkingin frá 21. mars1991 , sum álegði bátinum bert at fiska við snellu, er avtikin. Báturin hevur í hesum tíðarskeiði, hann var ræðisavmarkaður til snelluveiðu, verið skrásettur hjá Fiskiveiðieftirlitinum við 80 tillutaðum línudøgum á innaru landleiðini og 30 døgum á Bankanum. Talan er um eitt umsitingarligt mistak, sum nú er gjørt lógligt, sigur landsstýrismaðurin.
Í skjølum, Sosialurin hevur fingið innlit í, sæst, at Fiskimálaráðið tann 21. februar 2003 hevur boðað Sp/f Nakki í Klaksvík frá, at Fiskimálaráðið hevur gjørt av at strika ræðisavmarkingina, sum bert gevur bátinum, sum tá æt Glottin, lovyi at royna við snellu, eins og hon slær fast, at báturin:
.........»ikki má seljast uttan so, at keyparin góðkennir hesa avmarking í nýtsluni av farinum. Hendan ræðisavmarking er eisini galdandi, um fiskifarið tekur lut í fiskiveiðu av fiskakvotu hjá Føroyum uttan fyri føroyskt sjóøki«.
So er kvirt um Glottan, sum kortini hevur fingið línudagar tillutaðar, hóast hann ikki má fiska við línum sambært somu ræðisavmarking.
Tann 29. apríl 2002 hómast Glottin aftur, tá biðið verður um, at hann - nú undir navninum Barið - saman við Skørini sleppur at lata síni fiskiloyvi til Ågot 1, sum seinni fær navnið Jógvan S.
Við hesi strikan av ræðisavmarkingini flytir Fiskimálaráðið í veruleikanum eitt fiski- og veiðiloyvi millum tveir bólkar, og leggur lunnar undir, at ein útróðrarbátur undir 40 tons í veruleikanum letur loyvi síni til eitt línuskip, sum er umleið 330 tons til støddar. Tó saman við einum øðrum útróðrarbáti undir 80 tons.
Sama dag, sum Sosialurin tekur málið upp og biður um skjalainnlit, váttar verandi eigari av Glottanum, sum nú eitur Barið, eina nýggja ræðisamarking, sum sigur, at báturin ikki má verða nýttur aftur til fiskiskap undir føroyskum flaggi. Báturin má heldur ikki seljast, uttan ein møguligur keypari eisini gongur undir somu treyt, stendur í váttanini.
Hendan gongdin við, at báturin fram til 1. september 2002 hevur fingið línudagar tillutaðar, háost hann bara hevur havt loyvi at fiska við snellu, og so knappliga tá fær snelludagar og ongan línudag, fyri síðan aftir at fáa ræðisavmarkingina heilt strikaða á vári 2003, kemst av einum umsitingarligum mistakið í Fiskimálastýrinum í 1994, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Hann greiðir frá, at tá lógin um vinnuliga fiskiskap kom í gildi, varð ikki ansað eftir, tá fiskiloyvið til Glottan varð skrivað út, at hann bert hevði loyvi at fiska við snellu. Hann fekk tí eitt vanligt fiskiloyvi, sum gav rætt til bæði línu- og snelluveiðu undir Føroyum.
Hetta loyvið var so endurnýggjað á hvørjum ári fram til fiskiárið 2002-2003, tá umsitingin varð varug við, at her var skeivt atborið.
Men nú bar iki til at krevja bátin ræðisavmarkaðan aftur til snelluveiðu, sigur landsstýrismaðurin. Tí løgfrøðiligar metingar bæði í Fiskimálaráðnum og frá óvildugum løgfrøðingum søgdu, at nú hevði hetta staðið so leingi uppá, at báturin hevði hevdsrætt upp á eitt vanligt fiskiloyvi.
Sostatt varð gjørt av í Fiskimálaráðnum at gera sítt egna mistak lógligt. Ræðisavmarkingin hjá Glottanum, sum nú eitur Barið, varð strikað, og báturin kann lata sítt fiskilovyi til eitt línuskip, sum verður bólkað í bólki 4B, uttan at talan kortini er um at flyta millum høvuðsbólkar.