Fiskimálaráðið framdi lógarbrot

Landsstýrismálanevndin sigur í fyribils niðurstøðu síni til málið um veiðiloyvið hjá Jógvani S, at Fiskimálaráðið framdi lógarbrot, tá fiskiorkan hjá línuskipinum Jógvani S varð útroknað

Veiðiloyvi


Landsstýrismálanevndin sigur beinleiðis í niðurstøðu síni, at viðgerðin hjá Fiskimálaráðnum av málinum um Jógvan S - fyrrverandi Ågot 1 - var ólóglig.
Grundin til, at landsstýrismálanevndin tekur so rívan til, er tann, sigur nevndin í niðurstøðu síni, at: ».......atlitini, ið lógu til grund fyri avgerðini, vóru ósaklig.«
Avgerðin, sipað verður til í hesum føri, er tann, Fiskimálaráðið tók, tá veiðiorkan hjá Jógvani S var útroknað. Veiðiloyvið, sum Jógvan S fekk, var flutt frá einum minni línubáti umframt einum deksfari, ið aftur hevði tvey loyvi frá tveimum smáum deksbátum.
Treytin fyri at flyta veiðiloyvi millum før er, at veiðiorkan hjá tí, sum fær loyvið, er tann sama ella minni enn hjá tí, sum loyvið verður flutt frá.
Landsstýrismálanevndin leggur her beinleiðis landsstýrismannin við fiskivinnumálum undir ikki at fylgja landsins lógum. Nevndin sigur soleiðis:
».....Hóast lógin áleggur landsstýrismanninum at gera reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út, og um mannagongd fyri samanlegging og umsiting, so er hetta ikki gjørt. Óskrivaðu leiðreglurnar, ið vóru nýttar at meta um, hvørt fiskiorkan hjá fyrrverandi Ågot XPZD var tann sama ella minni enn fiskiorkan hjá Skørini og Barinum, vóru ikki sakligar. Verður sammett við tær leiðreglur, ið nú eru ásettar við kunngerð, var veiðiorkan økt við umleið 94%, tá veiðiloyvini hjá Skørini og Barinum vóru flutt á fyrrverandi Ågot XPZD. Sum nevnt kann landsstýrismálanevndin tó ikki seta seg sum dómara yvir, hvussu rættast er at útrokna fiskiorku. Hendan heimildin liggur framvegis hjá landsstýrismanninum Ì fiskivinnumálum.«
Til at rokna veiðiorkuna út, verður rúmdin á skipinum vanliga nýtt. Og um so varð gjørt í hesum førinum, hevði veiðiorkan hjá Jógvani S verið 94 prosent størri, enn hon var hjá førunum, sum veiðiloyvið varð flutt frá.
Men so hendi tað, at Fiskimálaráðið broytti roknihátt og nýtti kvadratrótina av rúmdini ístaðin og kom soleiðis fram til, at veiðiorkan hjá førunum, ið talan var um, kundi sammetast, og veiðiloyvini flytast frá Skørini og Barinum til Jógvan S.
Eitt annað, sum landsstýrismálanevndin setir spurnartekin við í frágreiðing síni er, um landsstýrismaðuin við fiskivinnumálum, ella í hansara stað Fiskimálaráðið, yvirhøvur hevði heimild at lata Jógvani S nakað fiskiloyvi.
Jógvan S, sum tá æt Ågot 1, varð nevniliga sambært lógarásettari treyt strikað úr føroysku skipaskrásetingini, tá táverandi eigararnir fingu innflutningsloyvi til eitt annað fiskifar, sum øll loyvi hjá gomlu Ågot vórðu flutt yvir á.
Eftir somu reglum og lógarásettu treytum skrivaðu bæði seljarin og keyparin, sum var norskt felag, undir, at skipið ongantíð aftur mátti fara til fiskiskap í føroyskum sjógvi ella undir føroyskum flaggi. Skipið varð lagt við bryggju í Klaksvík, og norska felagið átti skipið við mús, men uttan mann kortini.
Seinni varð skipið so aftur keypt av føroyskum felag, sum hóast allar hesar lógarásetingar og undirskriftir frá fyrrverandi eigarum, fekk veiðiloyvi undir føroyskum flaggi.
Tað er millum annað hetta, sum landsstýrismálanevndin nú setir spurnartekin við tað lógliga í.
Landsstýrismálanevndin ger onga niðurstøðu um, hvørt málið skal fáa avleiðingar fyri landsstýrismannin ella aðrar partar av fiskivinnuumsitingini. Tað leggur hon yvir á landsstýsismannin sjálvan, løgmann ella løgtingið at avgera.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, er burturstaddur, og tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá honum, áðrenn blaðið varð prentað