Fiskifrøði í fiskivinnupolitikkin

Ògvusliga minkingin í toskaveiðuni undir Føroyum fyrst í nítiárunum, niður um 10 tús. tons árliga, frá at hava ligið um 20-40 tús.

tons í nærum eina øld, gjørdist ein skelkur fyri øll, og fekk sera umfatandi samfelagsligar avleiðingar.
Fiskifrøðiliga ráðgevingin tá bygdi á tær áskoðanir og vitan sum var tá. Munurin millum ráðgevingina og veruleikan viðførdi, at fólk, vinna og politikarar mistu trúvirðið á tað fiskifrøðiligu ráðgevingina.
Eitt úrslit av hesum gjørdist, at fiskifrøðiliga ráðgevingin hevur verið nógv niðurraðfest seinastu árini. Hetta ber ikki til í longdini. Nú er aftur álvarssom kreppa hjá heimaflotanum. Vit loysa ikki hesa kreppu við at latað vinnuna og fiskifrøðina føra skotgravakríggj móti hvørjum øðrum.
Fiskifrøðin hevur tikið í egnan barm, og hevur kannað og lært nógv áhugavert nýtt frá kreppuni fyrst í nítiárunum. Ein doktararitgerð frá 2009 hjá Petur Steingrund, um hvat hendi við toskastovninum fyrst í nítiárunum kom fram til fleiri slóðbrótandi niðurstøður.
Vinnan og politikarar mugu eisini takað í egnan barm, tí tað er eyðsæð, at tá tað nú aftur er galið við fiskastovnunum undir Føroyum, so er okkurt sum ikki hevur verið gjørt rætt í fiskivinnustýringini seinastu árini.
Løgtingslimir mugu takað ábyrgd og leggja lunnar undir ein vísindaligan undirbygdan fiskivinnupolitikk, við áliti millum polittisku skipanina og fiskifrøðina.
Eg eri ein teirra, sum er til reiðar at takað ábyrgd her.