Tað gongur fram á hjá føroyska fiskiflotanum.
Men hóast tað fíggjarliga úrslitið batnar í stórum, er tað ikki enn nóg gott til, at flotin hevur ráð til at endurnýggja seg við nýggjum skipum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur í ársfrágreiðing síni, at fyrispurningar og kanningar vísa, at føroyski fiskiflotin hevði eitt yvirskot uppá 350-370 milliónir í fjør.
Men tað er áðrenn rentur og avskrivingar
Hetta eru 88-108 milliónir meiri enn í 1997, tá ið flotin hevði eitt yvirskot uppá 262 milliónir, tá ið íløgustuðulin upp á 50 milliónir ikki er taldur við.
Men Arbeiðsgevarafelagið minnir á, at hetta er eftir eitt metár hjá flotanum, bæði til fiskiskap og til prís.
Víst verður á, at verður 12 mánaðaskeiðið september 1997 til august 1998, samanborið við 12 mánaða skeiðið september 1996 til august 1997, vísir ein samanteljing, at útflutingurin av fiski er minkaður 3% í nøgd.
Men samstundis er hann vaksin 14 % í virði.
Ein orsøk til, at virðið er so nógv vaksið, er, at prísurin er hækkaður sum heild.Men ein onnur orsøk er, at vit hava útflutt munandi meiri virkaðan fisk í seinastuni, enn vit hava gjørt frammanundan.
Tað almenna skal halda fingrarnar burt
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað eru eisini onnur tekin um, at fiskiflotin gongur betri.
Eitt nú nú vísir tað seg, at úrslitið hjá skipunum er vaksið skjótari enn avreiðingarvirðið er vaksið.
? Tað merkir, at skipini sjálvi verður effektivari rikin nú, enn tey hava verið.
Ein uppgerð í ársfrágreiðingini hjá Arbeiðsgevarafelagnum vísir, at avreiðingarvirðið hjá fiskiflotanum lá um 1,6 milliard í fjør, ella gott tað.
Tað eru 600 milliónir meiri enn tað var i 1994, tí tá var tað ikki meiri enn eina góða milliard.
Men bæði búskaparfrøðingar og fiskifrøðingar hava ávarað um, tann góði fiskiskapurin fer neyvan at halda sær.
?Tí er tað neyðugt, at flotin stryrkir seg so væl sum gjørligt tey góðu árini.
Men hóast úrslitið hjá flotanum hevur verið lutfalsliga gott í 1998, sigur arbeiðsgevarafelagið, at tað er ikki ein skipabólkur í feskfiskaflotanum, sum er førur fyri at forrenta nýggj skip.
?Sjálvt um trý tey frægastu skipini í hvørjum bólki verða tikin fyri seg, eru heldur ikki tey før fyri at forrenta nýggj skip.
Arbeiðsgevaafelagið sigur, at hetta ger útlitini hjá fiskiflotanum døpur.
? Men vísir, hvussu alneyðugt tað erm at flotin sleppur at laga seg til marknaðartreytirnar.
? Tí sleppur hann tað, verða tað einans inntøkumøguleikarnir, sum verða avgerandi fyri, hvussu stórur flotin verður, og hvussu hann verður samansettur.
? Tað almenna eigur ikki framhaldandi at leggja seg út í, hvussu flotin verður samansettur.
? Tað eiga einans at verða møguleikarnir fyri vinnuligum rakstri, sum eru avgerandi fyri, hvussu stórur flotin er, og, hvussu hann er samansettur, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Men felagið leggur afturat, at ein meinbogi fyri at fáa betri lønsemi í vinnuna, er, at galdandi sáttmálar ikki tryggja, at effektiviseringar ikki koma skipinum til góðar.
Javning yvir skattin
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir eisini til, at bæði í fiskivinnuni, og í aðrari vinnu, skal politikkurin verða, at ongin rakstrarstuðul skal latast og at vinnan fær loyvi til at virka eftir vanligum marknaðarbúskaparligum treytum.
? Hinvegin er fiskivinnan ógvuliga viðbrekin fyri broytingum í fiskiskapi og fiskaprísum.
Tí mælir Arbeiðsgevarafelagið til, at bæði fiskivinnan, men eisini onnur vinna, fær møguleika at inntøkujavna yvir skattin, tí hetta gevur ávísar møguleikar at javna ímillum góð og vánalig ár.
Tvs, at skattur, sum er goldin eitt ár, kann í eitt, ella tvey ár, verða goldin aftur, um skipið gevur undirskot
Arbeiðsgevarafelagið mælir eisini til, at tíðarskeiðið, har hall kann førast aftur og fram, og dragast frá skattliga úrslitinum, verður longt til 10 ár.
Í løtuni kunnu feløg, sum keypa útgerð og amboð fyri í mesta lagi 4.000 krónur, draga alt frá beinanvegin.
? Men tað, sum er dýrari enn tað, skal avskrivast so líðandi.
Arbeiðsgevarafelagið mælir nú til, at markið fyri, hvussu nógv kann verða avskrivað beinanvegin, verður hækkað upp í 10-20.000 krónur.
Klára ikki nýggj framleiðslutól
Føroya arbeiðsgevarafelag sigur, at eisini hjá fiskavirkjunum á landi eru stórar broytingar at hóma til tað betra.
Tí í fjør var fyrstu ferð í fleiri ár, at hendan vinnan hevði avlop.
Og tað hevði hon, hóast kappingin um rávøruna var sera hørð.
Í seinastuni eru alt fleiri virki farin at selja sjálvi, heldur enn ígjøgnum sølufyritøkur.
Arbeiðsgevarafelagið veit ikki, um tað hevur ávirkað úrslitið.
Men í øllum førum hevur hetta við sær, at virkini fylgja betri við gongdini á marknaðinum.
? Í framtíðini fer hetta vónandi at merkja, at størri dentur verður lagdur á vørumenning og at framleiðslan verður marknaðarstýrd.
Men arbeiðsgevarafelagið sigur, at tann alt ov stóra framleiðsluorkan á landi og tað, at skip og virki eru hvør sær, ger, at kappingin um rávøruna fer framvegis at verða sera hørð.
?So sjálvt við hampiligum úrslitið seinasta árið, er tað ilt at síggja, hvussu fiskavirkini í longdini skulu endurnýggja framleiðslutól, sum longu eru uppslitin
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at ein meinbogi er, at í Føroyum er minstiprísur á fiski, sum verður seldur á uppiboði og tað er ein beinleiðis forðing fyri at vanligu marknaðarkreftirnar kunnu virka.
? Aðrastaðni er onki, sum eitur minstiprísur og tað ger, at virki hava ið hvørt høvi at útvega sær bíligan fisk, sigur Arbeiðsgevarafelagið.