Fiskidagar á uppboðssølu, hvussu man tað fara at rigga?

Thormund Johannesen, Skipsførari og skipsverkfrøðingur M Sc
-----
Í sambandi við eina fiski­vinnu­nýskipan eru rødd­ir frammi um, at ein minni partur av okkara fiska­til­feingi skal seljast á upp­boðs­sølu, heldur enn at alt verður lutað út politiskt.
Summir flokkar tosa um uppsjóvarfisk eina, og aðrir vilja, at uppboðssøla skal eisini galda botnfiskaveiðu undir Føroyum.
Skal ein partur av loyv­un­um til botnfiskaveiðu und­ir Føroyum um eina upp­boðs­sølu, og skulu vit fram­haldandi fiska undir eini fiskidagaskipan, er neyð­ugt við ásetingum soleiðis, at bjóðast kann undir sam­bær­ligum treytum, tí tað er himmalvíður munur á hvat tann stórsti trolarin kann fáa burtur úr einum degi saman­borið við minsta snellu­bátin.
Hóast dagarnir, sum skulu seljast á uppboðssølu, fyrst verða lutaðir út á skipabólkar í fiskidagaskipanini, er fram­vegis stórur munur á fiski­orku inni í hvørjum bólki sær, og henda orkan er læst við lóg.
Hyggjuráðini kunnu so vera at býta upp í undirbólkar, sum longu er gjørt í samband við partrolarar, men hóast hetta, vil ein ávísur kapp­ingar­avlagandi ójavni verða til staðar, tí skipini hava tó ymiska og fastlæsta fiski­orku.
Hesin háttur at skipa upp­boðssølu í bólkum vil bara fasthalda og enntá økja um stirvna og óhepnu skipabýtið í føroyska heimaflotanum, eitt uppbýti, sum tíðin langt síðani er farin frá.
Ein annar og meira fríur háttur at skipa uppboðs­søl­una kundi verið, at hvørt skipið fær ein um­roknings­faktur í mun til roknaða fiskiorku, soleiðis at øll skip í fiskidagaskipanini kundu bjóða uppá eina og somu pulju av fiskidøgum. Á henda hátt kundi ein ávísur dyna­mikkur verði skaptur í fiski­daga­skipanini, soleiðis at dagar fluttu millum bólkar tann vegin, sum tað sýntist at loysa seg best.
Henda seinna skipanin vil tó ikki koma at rigga í veruleikanum. Fyri tað fyrsta er ásetta fiskiorkan millum húk og gørn á aðrari síðuni (LxBxD), og trol á hinari ikki síðuni (LxBxDxkW) ikki sambærlig. Harafturat hevur ásetta fiskiorkan lítið og onki við veruliga fiskiorku at gera, tí har eru so nógvir aðrir faktorar, sum ávirka. Og so kann eisini nevnast, at ásett fiskiorku fyri línuskip er strikað úr lógini.
Líka mikið hvussu ein upp­boðssøla av fiskidøgum verður skipað, so vil polit­iskt ásett skipabýti, fiski­orka og ella møguligir um­rokn­ingsfaktorar ávirka gongdina í fiskivinnuni í nógv størri mun enn veruligar mark­naðar­kreftir.
Vit fáa sostatt ikki tann hart tiltrongda dynamikkin inn í heimaflotan, kanska tvørturímóti, og treytirnar fyri at koma sum nýggjur inn í vinnuna, verða í størri mun stýrdar av politiskum ásetingum heldur enn mark­naðarkreftum.
Um vit í staðin skipa fiski­skapin við eini kvotaskipan, verða ongir av omanfyri nevndu trupulleikum.
Ein partur av fiskirættind­unum kann tá seljast á upp­boðssølu í einari pulju fyri kr/kg, og so kunnu øll skip bjóða á sama grundarlagi, tann minsti snellubáturin eins væl og størsti trolarin. Ongi bólkabýti nýtast, ong­in ásett fiskiorka og ella um­rokningsfaktorar, tí tað snýr seg einans um hvør, ið kann vinna mest burtur úr hvørjum einstøkum kg.
Lítli snellubáturin hevur fyrimun av lágum kapital- og rakstrarkostnaði. Stóri trol­arin kann fiska skjótt, men noyðist at dragast við stóran kapital- og rakstrarkostnað. Onkur fiskiskapur loysir seg kanska betur við húki og umvent annar við troli.
Tað er eisini mikið meira einfalt, at keypa sær atgongd til rávøru fyri kr/kg og so selja aftur, meira ella minni hagreitt, fyri kr/kg, heldur enn at keypa dagar og selja kg, tá ið tú illa veitst hvussu nógv kg eru í einum degi, og tað enntá er sera ymist frá skipi til skip.
Við at selja kvotur heldur enn dagar á uppboðssølu, slepst undan politiskt ásett­um bólkabýti, fiskiorku og ella umrokningsfaktorum. Mark­naðarkreftirnar eina koma tá at ráða, og flota­sam­an­setingin, skip og reið­skapur, vil flyta seg á tann bógvin, sum tað loysir seg best búskaparliga.
Er, av eini ella aðrari grund, politiskur áhugi fyri, at verja ein skipabólk ella reiðskap, móti ov harðari kapping ella sterkum kapitali, ber til at marka partar av kvotunum til ávísa skipabólkar ella reið­skap.
Sjálvandi hevur kvota­skip­anin sínar vansar, men til tað sigi eg, sum Churcill um demokratiið: “Ein lorta skipan, men eg kenni tíverri onga betri”.