Landsfundurin í Føroya Fiskimannafelag, sum verður hildin á parnassinum á Hotel Hafnia í dag, verður settur í morgun klokkan 10.
- Millum annað skal fundurin viðgera lógarbroytingar, og á fundinum verður fiskiárið 2023 lýst við tølum og áhugaverdum samanberingum.
Í Føroya Fiskimannafelag verður sagt, at tað verður Jákup Petur Bærentsen frá fyritøkuni Stýr, sum fer at greiða frá um fiskiárið 2023.
Byrjað verður við morgunmati nú klokkan 9.30, og sjálvur landsfundurin verður settur klokkan 10.
Formaður felagsins fer at hava eina frásøgn um arbeiðið hjá felagnum í árinum sum fer, limagjald skal ásetast, og á skránni verður eisini góðkenning av roknskapi felagsins.
- Umleið klokkan 11.30 fer Jóan Petur Bærentsen at leggja fram sína frágreiðing, og kórið Silvitni fer at syngja nakrar sangir, verður sagt í Føroya Fiskimannafelag.