Kósavirkið
Føroya Banki liggur ikki longur á stóra fiskavirkinum Kósini í Klaksvík, men hevur undirskrivað sáttmála um sølu av virkinum.
Enn fæst ikki endalig greiða á, hvussu nógvir – og hvørjir - partar standa aftanfyri keypið, men Hanus Hansen og JFK-samtakið, sum hava ein týðandi leiklut í avtaluni, sigur, at teir hava fingið eitt áhugavert og sterkt “toymi” at reka Kósavirkið.
Tá undirskrivingin fór fram á skrivstovuni hjá JFK stutt eftir middag týsdagin, vóru umframt stjóran í Føroya Banka, Súna Schwarts Jacobsen, Hanus Hansen, umboðandi JFK-samtakið, Hergerð Joensen og Andrias Reyðberg, umboðandi Føroyagrunnin, til steðar.
Fleiri partar
Sosialurin hevur prátað við Hanus Hansen í morgun, men enn vil hann ikki almannakunngera, hvørjir samstarvspartarnir í endurreisnini av Kósavirkinum eru.
Vit hava tó skilt, at úr vinnuni hevur Hanus Hansen góðan stuðul í felagnum hjá Kristian Martini Rasmussen í Kaksvík eins og í felagnum hjá Tummasi Christophersen í Vestmanna, har JFK frammanundan er partaeigari. Sum skilst, verða kendir grunnar í vinnuvirksemi eisini við í endurreisnini.
Hanus Hansen sigur, at íleggjarar eru fúsir at endurreisa Kósavirkið, og spurdur um útlendskur kapitalur eisini er við í verkætlanini, sigur hann, at nakað verður, men ikki so nógv.
- Vit hava fingið tilsagnir, men enn er ikki endaliga ratifiserað, hvussu samansetingin verður, leggur hann aftrat.
Hann er tó sera fegin um tær tilsagnir, hann hevur upp á hondina í endurreisnini.
Stórt arbeiðspláss
Hanus Hansen sigur, at ætlanin hjá samtakinum er, at Kósavirkið aftur skal gerast tað stóra arbeiðsplássið í Klaksvík, sum virkið hevur verið gjøgnum so mong ár.
- Meðan vit róku virkið, vóru fleiri enn 400 fólk á lønarlista gjøgnum eitt ár, og samlaða talið av ársverkum var eini 180 í tali.
Hann sigur, at tá so mong vóru á lønarlista, kemst hetta eisini av, at eitt nú skúlanæmingar arbeiddu á virkinum, tá høvið var til tess, og brúk var fyri eyka arbeiðsorku.
- Vit fara í høvuðsheitum at arbeiða upsa, hýsu og tosk, sum er ein náttúrligur partur av ráfiskatilgongini og framleiðsluni á einum slíkum virki. Haraftrat koma onnur fiskasløg, sum eitt nú línuskipini fiska.
Hanus vísir á, at Kósin hevur traditión í at arbeiða saltfisk, eins og hýsu, og haraftrat er upsin eisini vorðin týðandi partur av framleiðsluni.
- Uppí saltfiskin hoyrir eisini, at vit umframt at salta tosk, eisini fara at salta longu og brosmu, sum vit væntandi fara at keypa frá línubátunum.
Hann sigur, at tað er so mangt, sum tú í løtum kundi hugsað tær øðrvísi, tá tú hugsar um, hvussu samansetingin á eini virki kundi verið.
- Men tað vísir seg, at tá samanum kemur, og veruleikin er á borðinum, noyðist eitt so stórt virki sum Kósin at arbeiða tey fiskasløg, sum nú einaferð eru í útboði. Skulu vit brúka kapasitetin á virkinum, og Kósavirkið aftur skal gerast tað arbeiðspláss, virkið upp ígjøgnum tíðirnar hevur verið, er lítil ivi um, at vit fara at leggja okkum eftir fleiri fiskasløgum og framleiðslum. Men tað vil altíð vera soleiðis, at nøkur fiskasløg og nakrar framleiðslur loysa seg betri enn aðrar, sigur Hanus.
Ljós framtíð
- Hetta er veldugt, og hetta tími eg ordiliga væl. Eg eri ógvuliga spentur upp á at sleppa í gongd og eri sera fegin um, at vit í einum góðum samtaki nú kunnu reisa virksemið á Kósini á føtur aftur. Eg vildi ynskt, at vit kundu sloppið í gongd beinanvegin, men neyðugt er fyrst, at aðalfundur verður hildin í felagnum.
Hanus sigur seg vóna, at virksemið á Kósavirkinum kann takast uppaftur um einar 2-3 vikur.
Spurdur, hvussu hann metir útlitini vera fyri, at roynd fólk aftur eru tøk til framleiðsluna, nú fiskaarbeiði hevur ligið stilt tað mesta av einum ári, sigur hann:
- Jú, sjálvandi vóni eg, at fleiri av teimum, sum vóru álitið á virkinum, koma aftur. Hinvegin er hugsandi, at tey, sum eru farin í vinnu aðrastaðni, trívast, har tey eru. Nú fáa vit at síggja, hvussu verður, men eg ætli mær í øllum førum, at tey, sum koma at arbeiða á Kósavirkinum, tá virksemið kemur í gongd aftur, skulu hava eitt gott og trygt arbeiðspláss við lønandi vinnu. Tað er í øllum førum okkara mál, og tað vóni eg, at vit megna at halda.
Umframt at Kósin eins og onnur virki verður við í kappingini um fiskin á
uppboðssøluni, liggur eisini í endurreisnini av virkseminum, at tvey pør burtur av koma at leggja veiðina upp til Kósavirkið. Hetta eru skipini, Nónhamar, Fjalshamar, Safir og Smargd, sum felagið hjá Kristian Martin Rasmussen keypti frá Føroya Banka fyrr í ár.
Ríkiliga dýr
Hanus Hansen sigur, at samtakið, sum stendur aftanfyri keypið av Kósavirkinum, letur einar 18 miljónir krónur fyri virkið.
Sjálvur heldur hann, at hetta er ríkiligt, sum hann tekur til, men hetta er tað, sum partarnir eru komnir ásamt um.
Seinastu árini hava Jóhan Páll Joensen og aðrir átt og rikið fiskavirkið á Kósini, men teir hava skula forrentað eina nógv størri skuld, enn nýggju eigararnir koma at gera.
Við søluni hevur Føroya Banki mist einar 12 miljónir krónur, eins og Norðoya Sparikassi áður hevur mist eitt miljónatal, sum er enn størri.
Soleiðis mugu vit rokna við, at tað, sum nýggju eigararnir skulu forrenta við keypinum av Kósavirkinum, er út við 30 miljónir krónur minni enn tað, sum gomlu eigararnir sótu við.
- Ætlanin hjá okkum er at keypa og arbeiða nógvan fisk, og tað er eisini neyðugt, um møguleikarnir hjá virkinum skulu troytast til fulnar, samstundis sum hetta kemur at skapa nógv virksemi aftur í Klaksvík, sigur Hanus Hansen, sum var í góðum hýri, tá vit hittu hann í telefonini í morgun.