Fiskavirking í truplari støðu

Føroya Fiskavirking fær ikki framleitt vørur til sínar kundar uttanlands, og tað kann fáa avleiðingar fyri fyritøkuna


 

Øll seks virkini hjá Føroya Fiskavirking liggja still í hesum døgum.

Hóast alt starvsfólkið ikki er í verkfalli, ber ikki til at hava framleiðsluna koyrandi, tí meginparturin av arbeiðsfólkinum er farin heim.

? Vit eru sum so nógv onnur rakt av verkfallinum. Hóast øll fólkini hjá okkum ikki eru í verkfalli, kunnu vit ikki hava framleiðsluna koyrandi, tí so nógv fólk er burtur, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.

Flestu av hinum virkjunum í landinum eru eisini rakt av verkfallinum hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.


Kunnu missa útflutning

At framleiðslan hjá Føroya Fiskavirking liggur still merkir sjálvandi, at kundarnir hjá Fiskavirking í útlondum ikki fáa ta vøruna, sum teir hava roknað við úr Føroyum.

? Okkara kundar høvdu ynskt, at vit ikki vóru raktir av verkfallinum, men har er einki at gera. Hetta er eingin ynskistøða, men enn vita vit ikki, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri okkum, sigur Meinhard Jacobsen.

? Tað kann sjálvandi henda, av vit missa kundar av hesum verkfallinum, men vit ælta ikki at taka sorgina uppá forhond, sigur hann.


Drúgt verkfall verri

Kundar hjá Fiskavirking finna sær í hesum døgum aðrar framleiðarar, sum kunnu lata teimum fisk, og tað kann í sær sjálvum fáa ávirkan á útflutningin hjá Fiskavirking.

? Vit ganga ímóti heitari tíðum, og tá verður minni etið av fiski. Tí mugu vit vóna, at verkfallið ikki fær nakrar álvarsligar avleiðingar fyri okkum, sigur Meinhard Jacobsen.

? Tað ger sjálvandi støðuna hjá okkum verri, um verkfallið varðar í langa tíð. Kemur verkfallið at standa við í langa tíð afturat, er meiri sannlíkt við avleiðingum fyri okkum, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking.