Fiskastykkið Yviri við Strond gerast í stand

Farið er longu undir arbeiðið at gera gøtu

Fiskastykkið úti við Strond í Havn skal nú umvælast og gerast atkomuligt fyri almenninginum.

Tað sigur Tórshavnar kommuna í dag, sum saman við Tjóðsavninum stendur fyri dagføringini og umvælingini.

Fyrsta stigið í arbeiðinum er byrjað, sigur kommunan, og tað er at gera gøtu í lendið inn til eitt upphaldsstað á fiskastykkinum.

Í farnu viku var ástaðarfundur á Fiskastykkinum, har Eyðun Eliasen, arkitektur, Sjúrður Jacobæus, stjóri í Hjálpirót, Barbara Mikkelsen, byggifrøðingur hjá Tórshavnar kommunu og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, umrøddu arbeiðið á Fiskastykkinum, sum nú er byrjað.

Tað eru EYA arkitektar, ið ráðgeva í arbeiðinum, og Hjálpirót tekur sær av arbeiðinum at gera stykkið.

Tórshavnar kommuna sigur soleiðis um fiskastykkið: 

Fiskastykkið verður í dagligari talu nevnt Fiskastykkið hjá Johannes í Stórustovu.

Søguliga kann sigast, at tey helst eru farin at turka fisk á fiskastykkinum í seinnu helvt av 1920-árunum ella kanska fyrst í1930-árunum.

Her bleiv fiskur hagreiddur og virkaður á stykkinum og fluttur til Suðurevropa. Størsti marknaðurin fyri klippfiski úr Føroyum var Spania, og virksemið helt uppat undir borgarakrígnum í Spania 1936-39.

Fiskastykkini vórðu staðsett soleiðis, at sólargangurin var góður, at vindurin turkaði fiskin væl, og so skuldi tað eisini vera lætt at koma framat.

Steinar vórðu lagdir við frástøðu hvør til annan, og á henda hátt vóru umstøðurnar góðar at turka fiskin, sum bleiv breiddur út á Fiskastykkið.