Fiskastovnarnir hava tað betri

- Tað gongur rætta vegin við fiskastovnunum í donskum sjógvi. Tað er metingin hjá Danmarks Fiskeriforening, eftir at ICES er komið við sínum tilmælum fyri 2009 Nýggjasta ráðgevingin hjá ICES vísir á møguleikan at hækka ymiskar kvotur í donskum sjógvi. Hinvegin er talan bert um fáar fiskastovnar, sum mælt verður til at ansa eftir.

- Hetta er soleiðis annað árið á rað, at gongdin í fleiri fiskastovnum er positiv, sigur formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Flemming Kristensen.

Hann heldur, at lívfrøðiliga ráðgevingin fyri 2009 vísir á færri trupulleikar hjá ymisku fiskastovnunum.

- Tað gongur rætta vegin hjá flestu fiskastovnum, heldur Flemming Kristensen um tilráðingina hjá ICES, sum varð løgd fram um dagarnar.

Eitt av fiskasløgunum, sum tó ikki er væl fyri, er sildin, sum hevur verri við at koma fyri seg.

- Í Norðsjónum sær væl út, undantikið við hvítingi, og í Kattegat er tað bert toskurin, sum ikki hevur tað so gott.

Michael Andersen, sum er biologur hjá Danmarks Fiskeriforening, kemur til somu niðurstøðu sum formaðurin.

- Hetta er annað árið á rað, at gongdin hjá fleiri fiskastovnum er á rættari leið ? og sjálvt fiskasløg, sum lítið positivt var at siga um í ráðgevingini seinasta ár, hava tað sambært ICES betri í dag, sigur Michael Andersen.