Í hálvtóma bygninginum Yviri við Strond situr stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv og harmast.
Tíðindini um, at Fiskavirking søkir eftir søluleiðara, komu sum ein bumba hóskvøldið. Ongin visti av nøkrum.
? Fiskasølan var ikki kunnað. Og tað varð nevndin heldur ikki. Tað er so sjálvsagt undantikið nevndarformannininum, sigur Hans Johannes og sipar til Sverra Hansen, sum er nevndarformaður í bæði Fiskasøluni og Fiskavirking.
Og Fiskasølustjórin hevur ilt við at skilja Framtaksgrunnin í hesum máli.
? Eg skilji ikki, hví tað skal vera so neyðugt við eini slíkari sundurliðing av søluapparatinum, tá kappingin við útheimin júst krevur tað øvugta; nevniliga at vit standa saman, sigur Hans Johannes.
Meiningsleyst
Faroe Seafood Prime, sum síðan búskaparliga húsagangin er minkað við eini helvt, kann nú roknað við at tódnað upp aftur meira. Í fjør útflutti fyritøkan fyri 850 milliónir krónur. Fiskavirking átti 40% av hesum umsetningum ? 330 milliónir krónur.
Hans Johannes á Brúgv heldur, at nýggja stigið hjá Fiskavirking er enn eitt dømi um stuttskygdan føroyskan útflutningspolitikk.
? Fiskasølan er tann einasta sølufyritøkan í Føroyum, sum veruliga ger íløgur í marknaðaruppbygging. Vit royna at føra ein langskygdan sølupolitikk. Vit hava skrivstovur í Englandi, Fraklandi og Danmark. Og vit hava gjøgnum fleiri ár upparbeitt langtíðaravtalur við stórhandilsfyritøkur, stórkøkar o.s.fr. í Evropa.
?Men nú verður torført at liva upp til krøvini frá hesum marknaði, tá vit standa til at missa okkara størsta leverandør, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Stjórin á Fiskasøluni tekur heldur ikki undir við prátinum um at avgerðarrættur og ábyrgd fara at hanga betur saman, nú Fiskavirking fær sær egna søludeild.
? Vit arbeiða 100% saman, tá tað snýr seg um sølu av úrdráttum hjá Fiskavirking. So eg dugi ikki rættiliga at síggja, at tað skal vera ein grundgeving, sigur hann.
Nýtt slag av kapping
Hóast Hans Johannes á Brúgv á ongan hátt fegnast um nýggju gongdina í trýkant-samstarvinum millum Framtaksgrunnin, Fiskavirking, og Fiskasøluna, so ætlar hann sær ikki at gevast á hondum.
? Vit fara at tillaga okkum til nýggju umstøðurnar. Og eg rokni við, at vit fara at standa okkum í kappingini, tí vit hava dugnaligt fólk. Og vit vilja sjálvsagt fegin eisini keypa frá Fiskavirking.
? Henda gongdin merkir tó, at verður neyðugt hjá okkum at selja heilan fisk av landinum, ja so fara vit at gera tað, sigur Hans Johannes.
Fiskasølustjórin trýr sostatt upp á, at hansara fyritøku er lív lagað ? hóast bakkkastið í samstarvinum við Fiskavirking.
Hinvegin óttast hann fyri, at sundurskiljingin fer at skaða samlaða útflutningin. Serliga er tað sokallaðu liðugtvørurnar, ið nú mugu víkja fyri minni viðgjørdari vøru. Og so verður inntjeningin til føroyska samfelagið tað minni, um ongin er nóg sterkur at viðlíkahalda tann marknaðin.
So fyri Fiskasølustjóran er nýggja stigið hjá Fiskaviring mest av øllum eitt afturstig.