Fiskakassar sum siga frá um sporføri

Um fáar mánaðir fara fiskakassar at kunna siga frá um sporføri hjá fiski. Her verður møguligt at fylgja fiskinum ? frá tí, at hann verður veiddur og heilt út í virkisliðið Arbeiði við at gera felags fiskakassar hevur verið rakt av seinkingum og forðingum. Men hetta hevur samstundis gjørt, at elektronikkurin á kassunum er vorðin meira umfatandi og betur.

Nú ber eitt nú til at leggja upplýsingarnar inn við einum hondskannara, og upplýsingarnir verða nullstillaðir, tá fiskakassin fer um eina vaskimaskinu.

Tað er kassafyritøkan Pack and Sea, sum stendur fyri framleiðsluni, og stjóri í felagnum er Kurt Madsen.

Felagið hevur júst gjørt avtalu við tvey feløg innan fiskiídnaðin, Dansk Fisk og Danmarks Fiskeindustri-og Eksportforening, um nýtslu av sonevndu RFID-merkjunum, sum skipan fyri sporføri.

Tað eru eitt nú hesi merki, sum hava elvt til trupulleikar í framleiðsluni av grønu standar-fiskakassunum. Nógvar royndir eru gjørdar at stoypa merkini inn í kassarnar, men nú hevur stjórnin í Pack and Sea gjørt av at keypa útgerð, sum kann seta merkini inn í plast, sum síðan kann sveisast uttan á kassarnar.

- Hetta eru maskinur, sum vit vænta at fáa um 3-4 mánaðir, men longu nú taka vit stigið til at fáa allar havnir at fáa sær skannara-útgerð, soleiðis at tær eru klárar, tá kassarnir verða tikinir í nýtslu, sigur stjórin, Kurt Madsen.

Tað er heimasíðan hjá Fiskeritidende í Danmark, sum ber hesi tíðindi.