UMMÆLI
Tey flestu kenna óivað umhvørvið. Ein varði í føroyskum matstovu- og gistingarhøpi er Hafina. Hetta gistingarhúsið v.m. hevur fingið eitt serligt pláss í sálini hjá høvuðsstaðnum. Mitt á Áarvegnum er gistingarhúsið eitt knútapunkt fyri mangt og hvat.
Hvussu er og ikki, so ljóðar uppgávan hetta hóskvøldið at uppliva, royna og siga eitt sindur um eina serliga fiskabuffét, sum Hafnia hevur sett á skránni í summar.
Hetta er roynt áður við góðum úrsliti, siga tey. Hesaferð eru nakra broytingar gjørdar, soleiðis at tilboðið verður enn betri.
Prísurin er nakað omanfyri tveyhundrað krónur fyri hvønn, so tað setir eisini síni krøv. Afturfyri tínar pengar fær tú møguleikan at fylla og endurfylla borðiskin við rættum gjørdir av ráðvørum úr sjónum.
Tað kenda søgan er um eina tjóð, sum er umringað av ríkidømi í sjónum, men kreativiturin liggur ikki so nær, og hugflogið steðgar við pannuni ella grýtuni.
Har er tað matstovan hjá Hafnia ætlar at førka seg eitt sindur víðari. Ein fiskabuffét, har eitt sindur meira verður gjørt burturúr. Ikki tí vanliga verður roknað við, at yrkislærdi kokkurin kann meira enn vanliga kreatørurin í heimakøkinum. Kokkurin á Hafnia hetta kvøldið vísir mær allar sínar rættir, og hann heldur ikki, at tað skuldi verið trupult hjá fólki heima sjálvi at gjørt tílíkar rættir, tí flestir teirri eru lættir at gera.
Ein heilan dag má kokkurin seta av fyri um kvøldið at kunna borðreiða við fiskarættum til hungrandi gestirnar. Hann greiðir frá, at teir miðja ímóti at hava í minsta lagi tíggju heitar og ellivu kaldar rættir til eitt tílíkt sjálvtøkuborð. Tað er ymiskt kvøld fyri kvøld, hvørjir rættir eru at fáa.
Tað eru ráðvørurnar, sum avgera tað, sigur kokkurin. Hann sigur tó, at nakrir rættir eru fastir á hvítu buffét dúkunum. Tað er ein fiskasuppa og ein innbakaður laksarættur.
Laksurin eri eisini tað, ið mest verður gjørt burturúr, hetta kvøldið vit vitjaðu til sjálvtøkuborðið. Gjørt varð nógv burturúr laksinum, og hett riggaði eisini óføra væl. Tú frøddist av smakkinum av laksarættunum. Sum heild skal tað eisini sigast, at stóra sjálvtøkuborðið var eitt frálíkt upplivilsið.
Larmurin í klassiska umhvørvinum í matstovini hjá Hafnia hetta kvøldið var eisini rættiliga nógvur, og hetta merkti sjálvandi, at ein rúgvu av eldri danum var komin á gátt. Fiskabuffétin er bæði til útlendingar og føroyingar, leggja tey stóran dent á.
Rættirnir eru av tí sama ein blandingur av klassiksum rættum, sum eru kendir við bæði sjálvtøku- og nátturðaborð saman við meira eksotiskum og spennandi rættum. Smakkurin er tó í øllum førum til eitt klokkureint UG.
Tað er skakandi, hvussu nógv og gott ein matstova kann fáa burturúr, og støði er í allar mátar sera høgt. Tænastan, maturin og upplivingin klíva upp á ovastu rók á metingarstiðjanum.
Laksurin, rækjurættirnir og frálíka havtaskan geva gómanum goymdar upplivinga til verri dagar.
Tað er tó synd, at dessirtin skuldi skuffað so nógv. Sjálvtøkuborðið bjóðar eisini dessert, men hetta kundi teir tað sama latið vera við. Ein alt ov lítið áhugaverd turr køka er søtið bitin eftir bitin eftir høga støðið við fiskinum. Tað er synd og spell, tí upplivingin var so góð, men verður trongd niður eftir hina ógvuliga undir standard dessertina.
Tú kundi kanska eisini ynskt, at sjálvtøkuborðið tók stigið allavegin, soleiðis at tú kanska legði vanligu sildina á hillina, men hetta eru heimfødd ynski meira enn kritikkur.
Upplivilsið og góðskan eru prísin verd. Roynið nýggja fiskamiðið á Áarvegnum, tí tað verður ikki nógv betri.










