Fiskaaling fyrsta floks starvsstovu

Á móttøku í gjár hátíðarhelt Fiskaaling, at stovnurin hevði fingið nýggja »State of the Art« starvsstovu, og nú veruliga fer undir gransking Tað hevur verið umbygt í eina tíð á Fiskaaling við Áir, og nú liðugt er, stendur ein tipp-topp starvsstova klár at taka ímóti ídnum granskarum.

Ikki bert eru hølisviðurskiftini munandi batna, men tað er serliga útgerðin, sum ger, at starvsstovan ikki stendur aftan fyri nakra av sínum líkum úti í verð.

Talan er um tól, sum skilir út dna, tól, sum doserar vætur í royndir í ávísum nøgdum, nakað, sum tekur burtur menniskjaligar feilir, eitt PCR-tól, ið margfaldar dna og síðst, men ikki minst eitt Genetic Analyzer-tól, ið útgreinar dna.

Fyrsta verkætlanin er longu farin í gongd, og snýr hon seg um at greina dna hjá toski fyri at finna út av, hvørjir geva bestu rogn og hvørjir geva bestu sil. Eisini ber til at síggja, hvørjir toskar eru »í familju«, tí hesir mugu ikki setast saman, tí tá verður talan um innavl.

Í dag starvast fýra granskarar á Fiskaaling, umframt Geir Dahle, ráðgeva, men frá 1. januar 2008 verða tey tilsamans seks á starvsstovuni.

KEYP SOSIALIN Í PDF-ÚTGÁVU HER!<a>