Fiska teg til uttanlandsferð

Í morgin klokkan 13 skipar borðtennisfelagið Nykur á Toftum fyri fiskikapping við tráðu kring Skálafjørðin. Hetta er fjórðu ferð, at felagið skipar fyri eini tílíkari kapping, sum verður marknaðarførd undir heitinum "Føroya stuttligasta fiskikapping".

Tað, sum er áhugavert við hesi kapping, er, at hon er fyri øll, og eisini skipar felagið fyri eini serstakari fiskikapping fyri børn upp til 12 ára aldur. Børnini hava møguleika at ogna sær fimm vinningar, sum eitt nú eru fartelefon, sodavatnskassar og gávukort.

Í hinari kappingini, sun øll kunnu verða við í, eru nógvir vinningar at vinna. Høvuðsvinningur er ein uttanlandsferð fyri tvey við bili, Tórshavn-Hirtshals-Hirtshals-Tórshavn, sum Smyril Line hevur latið.

Fiskikappingin er skipað í fleiri kappingar, har møguleikarnir at vinna onkra av kappingunum er góðir. Nógvir góðir vinningar eru, eitt nú fartelefonir, gávukort, el-ketil og annað

Kappast verður eitt nú um størstu nøgd av fiski, undantikið skrubbur, tí ein skrubbukapping er fyri seg. Kappast verður eisini um longsta fisk, tyngsta fisk, sjáldsamasta fisk - og flest ymisk sløg av fiski, sum standa mát.

Umframt hetta verður eisini kappast um, hvør fær størsta tosk, reyðfisk ella lýsing.

Kappingin byrjar klokkan 13, og klokkan 20 skulu allir luttakarar verða komnir heim á bryggjuni, har bygningurin hjá Snodd á Toftum er. Her verður talt upp og vigað.

Luttøkugjald er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn upp til 14 ár.

Tekning verður í Café Hópinum á Toftum millum 12.30 og 13, men luttakarar kunnu tekna seg allan dagin og fara at fiska.

Meiri um Føroya stuttligastu fiskikapping kann lesast á facebook á hesi leinkju www.facebook.com/event.php