Arbeiðið at smíða avloysaran til lógina um vinnuligan fiskiskap frá 1994 varð mikukvøldið flutt úr høvuðsstaðnum norður í fiskivinnuhøvuðsstaðin. Torradagarnir í Klaksvík vóru høvið, og karmarnir skúlin við Ósánna, nú landsins leiðarar skuldu kjakast um framtíðar fiskivinnupolitikkin.
Breiða semjan er framvegis somikið smøl, at einki lógaruppskot kemur úr Fiskimálaráðnum í løgtingið fyrr enn til heystar. Kjakfundurin mikukvøldið gav eisini sjónliga til kennar, at grundleggjandi spurningarnir skulu vendast nakrar ferðir afturat, áðrenn til ber at tosa um breiðar semjur um framtíðar fiskivinnupolitikkin.
Útspælið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er uppritið til nýggja fiskivinnulóggávu. Men á fundinum í skúlanum við Ósánna ásannaði Jacob Vestergaard, at hetta verður ikki leisturin, tá avtornar.
Hóast hann hugsjónarliga er ímóti gjøldum á vinnuna, so leggur landsstýrismaðurin tó upp til eitt tilfeingisgjald, ið byggir á avlopið í vinnuni. Eitt modell, ið Janus Rein hevur verið talsmaður fyri. Uttanflokkatingmaðurin vil tó hava eina ”gularót” ikki í modellið, soleiðis at virðisøking av fiskinum skal loysa seg, eisini skattliga. Kaj Leo Holm Johannesen ynskir eisini eitt slag av tilfeingisgjadi ella –rentu. Á hinum bógnum eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum sum heldur vilja hava pengarnar inn við kassa-1, við einhvørjum slagi av uppboðssølu. Eitt leistur, sum eisini Bill Justinussen og Miðflokkurin taka undir við. Úr sínum stóli staðfesti Kári P. Højgaard, at leisturin við tilfeingisgjaldi á uppsjóvarflotan í løtuni er einasta gongda leið.
Keyp og søla av loyvum, sonevnda umsetiligheitin, varð eisini nógv umrødd á fundinum. Landsstýrismaðurin leggur upp til so fría umsetiligheit sum tilber, og løgmaður tykist rættuliga samdur. Aftur her eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ímóti, tí umsetiligheitin eftir teirra tykki førir við sær privatar handlar við fiskiloyvum, ið pumpa prísirnar upp og gera tað ómøguligt hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna. Her liggja smáu flokkarnir rættuliga tætt at sjónarmiðunum hjá andstøðuflokkunum.
Spurningurin um útlendska kapitalin í fiskivinnuni stendur sum ein kíli millum stóru samgonguflokkarnar. Meðan Fólkaflokkurin ynskir ein leist, har útlendingar als ikki skulu kunna eiga í føroysku fiskivinnuni, so er Sambandsflokkurin meira liberalur og vil framhaldandi hava dyrnar á glopp fyri útlendingum. Í hesum spurningi draga Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Janus Rein eina línu, meðan Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin draga eina aðra línu.
Kjakfundurin gav til kennar, at her er talan um eitt av størstu, politisku málunum at loysa. Tí tóktust flokkarnir hava tað fínt við, at fiskivinnupolitikkurin ikki kemur í løgtingið í vár. Neyðugt er snøgt sagt at brúka meira tíð at viðgera framtíðar fiskivinnupolitikkin. At enda vóru flokkarnir bidnir um at seta prosent á, hvussu nógv teir trúgva uppá, at teirra flokkar eisini verður partur av semjuni um fiskivinnunýskipan. Svarini fullu soleiðis: Sambandsflokkurin 100 prosent, Fólkaflokkurin 100 prosent, Miðflokkurin 100 prosent, Tjóðveldi 80 prosent, Javnaðarflokkurin 40 prosent, Sjálvstýrisflokkurin 80 prosent og Janus Rein, uttanflokkamaður, 75 prosent.
Poul Michelsen hevði fingið forfall, og tí var Framsókn ikki umboðað á fiskivinnupolitiska kjakfundinum í skúlanum við Ósánna í Klaksvík mikukvøldið.