Fyri løtu síðani lat Fish Fair stevnan upp í Klaksvík. Hetta er fyrstu ferð at hon verður hildin í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.
Eitt stórt tal av framsýnarum bæði úr Føroyum og uttan úr heimi hava sett hvørjum øðrum stevnu í dag og fram til hósdagin, tá stevnan endar.
At Fish Fair 2011 er í Klaksvík í ár er ikki av tilvild. Sambært stjóranum fyri stevnuna, Dánjal Petur Hansen hava teir í eina tíð hugsað um henda møguleikan.
- At Klaksvík verður roknað sum háborgin innan fiskivinnu her á landi, gjørdi sítt til at vit tóku hesa avgerðina, sigur Dánjal Petur Hansen.
Hann dylur ikki fyri, at umstøðurnar her við tveimum hallum í nánd av hvørji aðrari eisini hava verið við til at grundgeva fyri ætlanini.
Teir eru væl nøgdir við undirtøkuna frá framsýnarunum, harav helvtin kemur úr Føroyum.










