Firvaldur fyri fjórðu ferð

Hóast starturin ikki var nakað serligur, so var eingin ivi, tá genturnar á Tvøroyri vunnu trygt á jóansøku

Genturnar umborð á 5-mannafarinum Firvaldi hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag vunnu í dag í heimasjógvi á jóansøku. Hetta var fjórði sigurin av fýra møguligum. Harvið stevnir Firvaldur trygt ímóti FM heitinum.

Sambært skránni skuldi kappróðurin vera klokkan 15. Trupulleikar við startinum vóru orsøk til, at startskotið ikki var fyrrenn klokkan 15.40.

Jallurin sprakk avstað, og onkur annar bátur var eisini betri enn Firvaldur í sjálvum startinum. Men tað var skjótt, at Firvaldur blandaði seg uppí, og væl áðrenn teinurin var hálvrógvin, var Firvaldur fremstur. So var spurningurin bara, hvussu tryggur sigurin fór at verða, og hann var ógvuliga sannførandi.

Fípan Fagra úr Klaksvík vann kappingina um næstfremsta plássið. Hetta var besta úrslitið hjá Fípuni í ár. Jallurin og Silja, sum hava verið nummar tvey og trý á undanfarnu stevnum, vóru á ávikavíst triðja og fjórða plássi.

1Firvaldur05:44.20  
2Fípan Fagra05:49.20 
3Jallurin05:51.05  
4Silja05:51.17  
5Sílið05:51.24 
6Spógvin06:01.09  
7Blikur06:13.10  
8Dúgvan06:15.24

 

1Firvaldur28  
2Jallurin21  
3Fípan Fagra20 
4Silja19  
5Sílið12 
6Spógvin8 
7Blikur3  
8Teistin1  
9Dúgvan0