Firvaldur FM við fullum stigatali

Barnaróður gentur: Kappingin var størri í dag, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar

Aftur í dag vunnu genturnar av Tvøroyri barnaróðurin fyri gentur. Harvið hava óføru genturnar av Tvøroyri vunnið FM við fullum stigatali.

Á Havnarvág var tað ein løta, áðrenn Firvaldur stakk seg framum teir báðar avbjóðararnar úr Vágum.

Fram ímóti málinum var talan um stóra kapping, tí Frúgvin hevði hug at bjóða av. Tá ið bátarnir fóru um málið, var skuturin á muni.

Ørnin úr Sandavági var eina løtu við í kappingini um fremstu plássini, men ímóti endanum mistu tær úr Sandavági eina bátslongd sammett við grannarnar í Miðvági.

 

1 Firvaldur 2.53.17

2 Frúgvin 2.54.29

3 Ørnin 2.57.15

4 Ingibjørg 2.58.14

5 Hulda 3.00.10

6 Tambar 3.01.00

7 Havørnin 3.02.41

8 Knúkur 3.03.38

 

FM endastøðan

1 Firvaldur 49

2 Ørnin 29

3 Frúgvin 28

4 Knúkur 25