Í Finnlandi, sum endaði í sama EM-undankappingarbólki sum Føroyar fegnast tey stórliga um EM-lutakastið. Har fegnast tey um at verða sloppin undan Týsklandi, Onglandi og Spania.
47 ára gamli landsliðsvenjarin hjá Finnlandi, Mixu Paatelainen, sum var ein góður framherji hjá Dundee United, Aberdeen og Hibernian í Skotlandi, og hjá Bolton í Onglandi, árini 1987 til 2001 fegnast stórliga um lutakastið.
Við Hufvudstadsbladet sigur Mixu Paatelainen, at hann sær ein søguligan møguleika hjá Finnlandi at vinna seg í tað fyrsta endaspælið nakrantíð. Hann fegnast um, at hava fingið Grikkaland og Ungarn, sum vóru millum tey veikastu londini í tveimum teimum ovastu styrkisbólkunum. Rumenia, Norðurírland og Føroyar eru saman við Grikkalandi og Ungarn eitt heppið lutakast fyri Finnland, sambært Mixu Paatelainen.
Mixu Paatelainen slær tó fast, at hann hevur virðing fyri øllum mótstøðuliðunum, og hann væntar ongan lættan dyst: - Eg vænti ongan lættan dyst, men lutakastið var við okkum. Vit kundu verið endaðir í einum nógv torførari bólki, sigur tann finski landsliðsvenjarin, sum sjálvur skeyt 18 mál fyri Finnland í 70 landsdystum, árini 1989 til 2000.
Mixu Paatelainen skoraði ímóti Føroyum í báðum undankappingardystunum, sum vóru leiktir undan EM-endaspælinum í Onglandi í 1996. Á heimavølli á tí søguliga, olympiska leikvøllinum í Helsinki skoraði hann til 4-0 í 5-0 heimasigrinum hjá Finnlandi tann 16. november í 1994. Flaggdagin 25. apríl í 1995 spældu Føroyar og Finnland á einum tungum vølli á Svangaskarði. Tá vann Finnland 4-0. Mixu Paatelainen skoraði tá til 2-0.