Finnlendingar kunnu nú við egnum eygum síggja ræðuleikarnar frá teimum báðum ferðunum, Finnland var í kríggi við Sovjetsamveldið. Í meiri enn 60 ár hava myndir hjá krígsmyndamonnum ligið væl fjaldar í einari goymslu hjá hervaldinum, men nú loyvir lógin ikki hervaldinum at fjala tær longur. Teir seinastu dagarnar hevur hervaldið almannakunngjørt meiri enn 300 myndir, og tær siga frá einum óhugnaligum tíðarskeiði í landsins søgu.
Søgufólk hava leingi spurt, hví tað almenna Finnland hevur dult ræðuleikarnar, sum finskir hermenn framdu, og hví teir hava roynt at dylja sovjetska ágangin ímóti finska sivilfólkinum. Yvirhøvur hava finnlendingar verið ógvuliga tigandi um tað, sum veruliga hendi í krígsárunum, men myndirnar, sum nú eru almannakunngjørdar, dylja einki. Tær vísa finskar hermenn skjóta landsmenn, sum vóru lagdir undir illgruna fyri at hjálpa fíggindanum, og tær vísa sovjetska ágangin ímóti finska sivilfólkinum.
-Myndirnar siga ikki frá nøkrum, sum vit ikki hava vitað, men tær kunnu vera gagnligar fyri tað yngra ættarliðið, sum hevur eina hetjukenda uppfatan av krígnum, sigur professarin Seppo Hentila.