Tað skrivaðu russiskar tíðindastovur í dag.
Eftir øllum at døma hevur sendistovan tilsamans fingið trý brøv, har pulvur var í einum.
– Í samráð við trygdarreglarnar hjá finska uttanríkisráðnum er brøvini latin almennum russiskum umboðum, sum vilja kanna málið, upplýsir finska sendistovan.
Russiska uttanríkisráðið er nú eisini kunnað um málið.
Viðurskiftini millum Finnland og Russland, sum hava felags mark, er versnað, eftir at finnar eru vorðnir limir í Nato.
Tað verður ikki upplýst, hvønn tey trý brøvini eru stílað til.
/ritzau/Reuters











