Eyes as Big as Plates er ein verkætlan, ið Riitta Ikonen úr Finnlandi og Karoline Hjort úr Noreg hava gjørt í samstarvi við eldi fólk úr øllum Norðurlondum.
Her í millum eru pensjóneraðir bøndur, djórafrøðingar, mostrar og fastrar, blikksmiðjur, operatónleikarar og 90 ára gamlir fallskíggjaleyparar.
Á framsýningini verða myndir við eldri fólkum úti í náttúruni í klødd hugfloygdum búnum, ið eru gjørdir úr tilfari frá náttúruni.
Í sambandi við framsýningina bjóða listafólkini handan framsýningin seg fram at taka myndir av eldri føroyskum fólkum. Um áhugi er fyri myndatøku, so er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Norðurlandahúsið í Føroyum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 4. september.