Finsen: Høvdu dálkað ísraelska flaggið

Sum løgreglan greiddi frá í gjár var ávíst rok um eitt tiltak hjá felagnum Føroyar Ísrael í Finsen fyrrakvøldið

Tað var tá eitt mótmælistiltak var uttan fyri Finsin fyrrakvøldið, í sambandi við eitt tiltak hjá felagnum Føroyar Ísrael, at ávíst rok kom í sambært løgregluni. Mótmælistiltakið uttanfyri var ikki fráboðað løgregluni.

– Hetta gjørdist eitt sindur ov rokaligt, har fólk fóru at rópa, og onkur av mótmælisfólkunum fór inn í Finsen og stjól eitt ísraelskt flagg, segði vaktleiðarin á politistøðini við miðlarnar í gjár.

Í morgun sigur vaktleiðarin, at ísraelska flaggið kom afturíaftur.

– Men tá var okkurt skrivað og teknað á flaggið, og tann heilsanin, sum varð skrivað á flaggið, var ikki serliga pen, sigur vaktleiðarin.

Eingin er enn skuldsettur í málinum, men løgreglan sigur seg hava eina greiða ábendingn um, hvør perónurin er, sum tók flaggið.

At gera seg inn á eitt flagg, kann vera revsivert. Men løgreglan sigur, at talufrælsi eisini telur nógv í slíkum samanhangi.

##med2##