Danska felagið, Fremad Amager, sum hevur føroysku Finnur Justinussen og Heina Vatnsdal í hópinum, hevur í dag fingið nýggjan ítróttarstjóra. Nýggi ítróttarstjórin er navnframur í donskum fótbólti, tí talan er um fyrrverandi FC Keypmannahavn liðskiparan, Michael Mio Nielsen. Michael Mio Nielsen avloysir Ole Bjur, sum áður hevur verið ítróttarstjóri.
Frammanundan hava føroysku leikararnir í Fremad Amager eisini navnframan venjara í John Faxe Jensen, ið skoraði fyri Danmark í EM-finaluni sum Danmark vann í 1992, umframt at hann eisini spældi fyri Arsenal.
Hóast bæði Finnur Justinussen og Heini Vatnsdal higartil hetta kappingarárið hava verið darvaðir av skaðum, vera báðir mettir at hava týðandi leiklut á liðnum hjá Fremad Amager, tá teir eru spæliklárir. Seinasta dyst vóru bæði Finnur Justinussen og Heini Vatnsdal á bonkinum hjá Fremad Amager, sum vann 3-1 á útivølli móti FC Fredericia.