Finnur funnið sær nýtt felag

Føroyski áleyparin skal aftur spæla í næstbestu donsku deildini.

 

Finnur Justinussen hevur nú funnið sær eitt nýtt felag at spæla við. Føroyski áleyparin hevur nevniliga gjørt ein hálvt ára sáttmála við FC Roskilde í næstbestu donsku deildini.

30 ára gamli Finnur Justinussen spældi fram til í januar í ár við Næstved í somu deild, og har gjørdi hann av álvara um seg við 22 málum í 34 dystum.

Vegna lesnað og familjulív ynskti Finnur Justinussen at koma nærri Keypmannahavn, har hann seinastu mánaðirnar hevur spælt við føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyum.

Nú er so greitt at Finnur restina av hesum kappingarárinum skal spæla við FC Roskilde, sum er við í botnstríðnum í næstbestu donsku deildini, har teir eru fýra stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.