Finnur Fríði við fullari last av svartkjafti

- Fiskiloyvini til ES sjógv eru ikki komin enn, men væntandi verður tað skjótt, sigur Varðin í Gøtu.

Finnur Fríði er í kvøld komin á Fuglafjørð við fullari last av svartkjafti, og Tróndur í Gøtu hevur júst landað síni 400 tons í Fuglafirði.

 

- Skipini hava roynt í altjóða sjógvi vestan fyri Írland, men fiskiskapurin datt burtur í einki har suðuri, og skipini leitaðu í eina tíð.

 

Varðin í Gøtu sigur, at longur norðuri - ella einar 120 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi - hava skipini rakt við svartkjaft aftur.

 

- Tað er her, at Finnur Fríði hevur fiskað ein part av lastini, sigur reiðaríið.

 

Lagt verður aftrat, at Jupiter fiskar framvegis, og væntandi fer hann at sigla, so teir verða á Fuglafirði til landing einaferð seint í annaðkvøld.

 

Eftir nýggja fiskiveiðisáttmálanum við ES, kunnu føroysk skip frá í morgin veiða svartkjaft í ES-sjógvi, og ES-skip kunnu fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Fiskiloyvini til ES sjógv eru ikki komin enn, men væntandi verður tað skjótt, sigur Varðin í Gøtu.