Finnur Fríði á beding í tvær vikur

Finnur Fríði

Tað var ein óvanlig sjón fyri havnarfólk, tá nótaskipið Finnur Fríði fríggjadagin á Havnina og legði at við Vestara vág.


Stutt eftir varð skipið tikið upp á beding hjá MEST, har arbeitt verður við at leggja eitt heilt dekk á skipið.


- Í løtuni hevur Finnur Fríði einans eitt hálvt dekk, men ætlanin er at leggja eitt heilt dekk á, so hann hevur eins dekk sum Tróndur í Gøtu. Tað hevur við sær, at arbeiðsumstøðurnar verða betri og tryggjaði umborð, upplýsir Varðin Pelagic fyri in.fo.


Finnur Fríði fór á beding fríggjadagin 29. januar og sleppur væntandi aftur til fiskiskap 12. februar. Eftir ætlan fer skipið tá til fiskiskap eftir lodnu undir Íslandi.

Finnur Fríði

Finnur Fríði

Finnur Fríði

Finnur Fríði

Finnur Fríði