Finnland letur upp aftur marknalið til Russlands

Finnland legði Russland undir at »brúka menniskju sum amboð« og stongdi markið. Nú verða tvey marknalið latin uppaftur.

 

– Uttan at taka av avmarkingarnar kunnu vit ikki vátta, um broytingar eru til tað betra, sigur finski forsætisráðharrin Petteri Orpo sambært Reuters. - Foto: Vesa Moilanen/Ritzau Scanpix

Finska stjórnin boðar í dag frá, at hon fer at lata uppaftur tvey marknalið til Russlands.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað eru umleið tvær vikur síðani, at Finnland stongdi síðsta marknaliðið til Russlands.

Tað eftir eftir ákærur um, at Russlandi sendi flóttafólk til markið og »brúkti menniskju sum amboð« fyri at leggja trýst á Finnland.

Nú vil finska stjórnin vita, um støðan er batnað.

– Uttan at avtaka avmarkingarnar kunnu vit ikki váttað, um tað er broytt til tað betra, sigur Petteri Orpo, forsætisráðharri í Finnlandi sambært Reuters.

Finski forsætisráðharrin sigur, at hann er til reiðar at steingja aftur marknaliðini um neyðugt.

– Um fyribrigdið heldur fram, so steingja vit hesi marknalið, sigur hann.

Marknaliðini verða latin uppaftur 14. desember.

– Ríkisráðið hevur gjørt av at lata uppaftur Vaalimaa og Niirala. Hini lata ikki uppaftur, sigur Petteri Orpo, forsætisráðharri, sambært finska kringvarpinum YLE í dag.

Finnland hevur 1300 kilometrar mark móti Russlandi.

Umleið 900 flóttafólk úr Kenja Marokko, Pakistan, Somalia, Sýria og Yemen komu úr Russlandi til Finnlands í november. Tað var ein munandi hækking. Áðrenn tað var talið lægri enn eitt flóttafólk um dagin.

Tað upplýsa marknavørðar sambært Reuters.

Síðani marknaliðini vórðu stongd hava markavørðarnir sagt, at tað hevur verið friðarligt á markinum.

Tað skapti øsing í Russlandi, tá Finnlands í apríl gjørdist limur í Nato. Russiska kríggið í Ukraina er orsøkin til, at Finnland søkti um limaskap í verjusamgonguni.

Mannarættindafelagsskapurin hjá Evroparáðnum hevur sagt seg stúra fyri støðuni við markið, tá marknaliðini eru stongd.

Felagsskapurin viðurkennir stúranina viðvíkjandi mátanum hjá Russlandi at uppføra seg uppá, men stúrir fyri støðuni og rættindunum hjá flóttarfólkunum.

/ritzau/

 

– Uttan at taka av avmarkingarnar kunnu vit ikki vátta, um broytingar eru til tað betra, sigur finski forsætisráðharrin Petteri Orpo sambært Reuters. - Foto: Vesa Moilanen/Ritzau Scanpix