Finningarløn fyri Joseph Kony

Myndugleikarnir í USA siga seg nú vera til reiðar at rinda fimm milliónir dollarar í finningarløn, um onkur kann koma við upplýsingum um, hvar krígsbrotsmaðurin Joseph Kony er.

Joseph Kony, sum er oddamaður í tí tiltikna Harrans Mótstøðuheri, er skuldsettur fyri grov krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini tey seinnu árini miðskeiðis í Afrika.

Millum annað er hann skuldsettur fyri at hava burturflutt fleiri túsund børn. Dreingirnar hevur hann brúkt sum hermenn, og genturnar hava verið skøkjur ella hjálparfólk hjá heri hansara.