Newcastle hevur skrivað undir sáttmála við finnlendskan framherja, sum skal avloysa Andy Carroll í fyrst atløgu. Fyrsta var Andy Carroll seldur og stutt eftir gjørdist Shola Ameobi skaddur. So var vegurin hjá Jóan Símuni til eina debut ella at sleppa á dómaraseðilin hjá Newcastle væl styttri. Alan Pardew, venjari hjá Newcastle, hevði til Arsenal dystin bara tríggjar framherjar tøkar, Leon Best, Nile Ranger og danan Peter Løvenkrands. Jóan Símun var skaddur til tann dystin, men vantar at byrja at venja aftur sum skjótast.
Nú hevur Newcastle boðað frá, at teir hava tryggjar fær 34-ára gamla Shefki Kuqi. Finnin var sáttmálaleysur, so tí kundi hann skifta til Newcastle sjálvt um flytingarvindeygað er latið aftur. Hann hevur seinastu tíðina verið leigaður út til Derby County, sum spælur í næstbestu deildini.
- Vit hava brúk fyri einum framherja, ið kann geva okkum nakrar nýggjar møguleikar í álopinum nú tá Shola Ameobi er skaddur, sigur Alan Pardew.
Shefki Kuqi, sum er 188 centimetrar til hæddar, hevur ein langa yrkisleið sum fótbóltsspælari. Hann hevur síðani 1995 spælt við MP, HJK, FC Jokerit, Stockport, Sheffield Wednesday, Ipswich, Blackburn, Crystal Palace, Fulham, TuS Koblenz, Swansea, Derby og so nú Newcastle.
Newcastle hevur eisini rívuna úti eftir fyrrverandi brasilska landsliðsleikarinum, Ewerthon og fyrrverandi Arsenal framherjanum, Jeremie Aliadiere, sum báðir eru uttan sáttmála í løtuni.