Finnar vóru undir svenskum og russiskum stýri í 7 øldir!

Í morgin – 6. desember – kann Finnland hátíðarhalda 90 ára dagin, sum ein sjálvstøðug tjóð.

Søgufrøðingar vita ikki við fullari vissu at siga hvat ár Svenskarar løgdu Finnland undir seg. Men í 1216 staðfesti Pávin í Róm rættin hjá svenska konginum yvir tey finsku økini. Vesturfinnland bleiv kristnað um miðjan ellintu øld, og tá svenski kongurin hevði fingið rættin staðfestin frá Pávanum, blivu hini finsku økini kristnaði. Í 1323 komu teir eystastu partarnir av Finnlandi – Karelen – undir stýrið hjá Novgorod. Ein partur av eystaru økunum komu undir ávirkan av Russlandi og Byzan. Vestur- og Suður- Finnland komu at hoyra til tað vestaru mentanina, nevnliga Svøríki.

 

Javnbjóðis partur

 

Finnland bleiv tá ein javnbjóðis partur av svenska ríkinum. Tann skandinaviska rættar- og samfelagsskipanin bleiv sett í verk, tá Finnland var undir svenskum ræði. Valdsmiðdepilin lá í Turku, ella Åbo sum býurin nevnist á svenskum. Her bleiv ein sterk borg bygd, og finska bispasæti kom eisini at verða í Turku. Í 1291 bleiv tann fyrst finsktføddi biskupurin, Magnus 1. setur í embætið. Tað var serliga kirkjan, sum knýtti Finnland til tað evropeisku mentanina. Í 1326 bleiv tað staðfest, at Finnland hevði rætt til at senda umboð til kongsvalið í Svøríki. Tá svenski ríkisdagurin byrjaði at virka í 15. øld, áttu finnar eisini síni umboð í svenska ríkisdegnum. Ì glæsuligasti tíðini í svensku søguni, sum var árini 1617-1721, átti Svøríki eisini tey baltisku londini, sum vit í dag kenna, sum Estland, Lettland og Litava. Í hesum tíðarskeiðnum blivu altsamt fleiri og fleiri svenskir embætismenn útnevndir í Finnlandi, og svenska málið styrkti sína um sína støðu í Finnlandi. Í hesum tíðarskeiðnum bleiv tann Lærdi Háskúlin í Turku setur á stovn, men eisini har domineraði tað svenska málið.

 

Nógv kríggj

 

Finnland var rakt av nógvum bardøgum hesa tíðina. Glæsuliga tíðin hjá Svøríki, sum stórveldi, endaði eftir tað Stóra Norðurlendska Kríggið, sum vardi frá 1700-1721. Finnland bleiv hertikið av russum í 1714, og aftaná friðin í Nystad, í 1721 fingu russar ein stóran part av Landsynnings-Finnlandi. Í einum nýggjum kríggið ímóti Russlandi, í 1741-43 tapti tann svenski-finski herurin, og Russland hertók aftur landið. Tá føddist tankin um at gera Finnland leyst av Svøríki. Svenska stjórnin bygdi tó stór verndarvirki eftir kríggið, m.a. tað tiltiknu Sveaborg. Ein stóru partur av herflotanum fekk eisini heimstað í Finnlandi. Svøríki og Russland kríggjaðust aftur í 1788-90. Tá vóru tað nakrir av teimum finsku yvirmonnunum, sum stovnaðu eina loysingarrørslu. Men hendan rørslan vann ikki frama í fólkinum.

 

Undir russar

 

Í 1808 lupu russar aftur á Finnland. Finski herurin bleiv bardur niður, og landið bleiv aftur hertikið. Hesuferð slapp Svøríki ikki við at lata ein part av Finnlandi, men teir máttu lata alt Finnland frá sær, og til Alexander 1., keisara av Russlandi. Finnarnir samlaðust til ein Landdag (eitt ting) í Porvoo, í 1809. Her svóru teir russiska keisaranum eið. Afturfyri lovaði keisarin at virða evangeliskt-luthersku trúnna hjá finnum, grundlógina og teirra rættindi. Nú bleiv Finnland eitt russiskt stórfúrstadømi. Keisarin hevði ein generalguvernør, sum umboðaði hann í Finnlandi. Tann ovasti umsitingarstovnurin var Senatið, hvør limir vóru finnar. Tó skuldu allar tær týdningarmestu avgerðirnar góðkennast av russiska keisaranum. Russiski keisarin byrjaði at byggja vegir og siglurennir í Finnlandi, og flutti høvuðsstaðar-umsitingina úr Turku, og til Helsinki.

 

Tjóðskaparlig veking

 

Tjóðskaparliga samvitið hjá finnum styrknaði í 19. øld. Tjóðarkvæðið Kalevala, og tjóðskaparligu yrkingarnar hjá J.L. Runeberg blivu stórliga fagnaðar kring alt Finnland. Stóri statsmaðurin J.V. Snellman stríddist eisini fyri, at finskt og svenskt blivu javnstillaði, sum almennu mál Finnlands. Finskir lærustovnar vóru settir á stovn í seinna helmingi av 19. øld. Tjóðskaparliga rørslan førdi til politiskar flokkar, sum bæði tóku støðu í tí svenska málinum, og í tí finska málinum. Men eitt beiskt málstríð tók seg upp millum fólk, ið hoyrdu til hesar báðar málbólkarnar. Tey finskttalandi vóru omaná tá øldin var liðin. Eisini sæð í ljósinum av, at bara 1 út av 7 finnum hevði svenskt, sum móðirsmál. Tá Alexander 3. ráddi fyri borgum, árini 1881-1894 byrjaðu russar at máa burtur av rættindunum, og serstøðuni hjá Finnlandi. Tá Nikolaj 2. kom til valdið í 1894, valdi hann í 1899 at avmarka valdið hjá finska landdegnum í ein ovurstóran mun. Ein hálv miljón finnar undirritaðu eitt mótmæli til russiska keisaran, men einki hjálpti. Kend fólk frá evropeiska mentunnarheiminum mótmæltu eisini, men tað hjálpti heldur ikki. Men russiska kúganin sameindi báðar málbólkarnir í Finnlandi, sum nú høvdu ein felags fígginda.

 

Ríkisdag í 1906

 

Russland tapti kríggið ímóti Japan í 1905, og aðalverkfall bleiv í Russlandi, sum breiddi seg til Finnlands. Hendan støðan noyddi russiska keisaran at gera liberaliseringar. Og Finnland fekk nakrar - í evropeiskum høpi – stórar parlamentariskar reformar. Hetta var í 1906. Finnland fekk ein Ríkisdag við einum kamari, og finsku kvinnurnar fingu - sum tær fyrstu í Evropa - valrætt! Men Nikolaj 2. og russar byrjaðu aftur at kúga finska fólkið í 1908. Men eftir februar-kollveltingina í Russlandi í 1917, fekk Finnland síni rættindi aftur. Aftaná oktober-kollveltingina sama árið, boðaði finska senatið undir leiðslu av P.E. Svinhufvud frá, at Finnland nú var eitt sjálvstøðugt land. Hetta var 6. desember í 1917. Sovjetsamveldið viðurkendi Finnland tann 4. januar í 1918. Finnland tók sína støðu millum heimsins tjóðir.