Finna føroyameistaran í turrum kjøti og garnatálg

Nú er tíð hjá bøndrum at leggja tað besta kjøtið og bestu garnatálgina til viks

Aftur í vetur fer Hotel Føroyar at skipa fyri kapping, har tey skulu finna tann bóndan í Føroyum, sum hevur tað besta turra kjøtið.

 

 Og sum nakað nýtt, skulu tey eisini velja Føroya bestu garnatálg.

 

Hetta er ein liður í at menna føroysku kjøt- og matmentanina, uttan at sleppa tí gamla, siga Hotel Føroyar, Bóndafelagið og Óðalsfelagið, sum eru saman um kappingina.

- Kappingin verður einum veitslukvøldið í mars 2014, men nú fjøllini verða gingin, er hetta akkurát rætta tíðin at velja tey bestu lombini til kappingina.

Tey siga, at tey vilja helst hava einar sjey bøndur at kappast og fyri at fyrireika kappingina er neyðugt at siga frá sum skjótast.

 

- Tey, sum vilja vera við, skulu selja hotellinum eini seks ella átta tjógv í part av lombum, sum viga eini 30 pund, siga fyrireikararnir.

Øll, sum eiga seyð, kunnu vera við í kappingini, hetta er sosatt ikki bara fyri limir í Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum.

 

Á Hotel Føroyum hava tey verið rættiliga slóðbrótandi í teirra hagreiðing av føroyskum mati og í hesum sambandi ætla tey eisini at bróta upp úr nýggjum.

 

Í sambandi við kappingina hesa ferð, er eisini ætlanin at ganga nýggjar leiðir, eitt ný við at dyppa turt kjøt í smeltaða tálg.

 

Annars verða tað luttakararnir sjálvir, sum ger av, hvør fer við heiðrinum at hava landsins besta kjøt.


Tað fer soleiðis fram, at hvør luttakari fer ein atkvøðuseðil, sum teir síðani skulu fylla út, alt eftir, hvussu teimum dámar kjøtið.

 

Men ongin fær at vita, hvør eigur tað ávísa kjøtið, fyrrenn allir atkvøðuseðlar eru skrivaður og vinnarin er funnin.