Nú er ferð sett á stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum, har vinnarin av ársins SkúlaFM verður avdúkaður fríggjadagin 1. mars frá kl. 09:30.??
Tað sum byrjaði við 500 næmingum úr sjey skúlum í august í fjør, er til finaludagin tódnað til 16 finalistar úr fimm skúlum. ??
Síðani Íverksetarahúsið byrjaði í 2007 er eitt nýtt start-up segment dyrkað, har ráðgeving og skeið hava stimbrað hundratals fólk við hugskotum, og eisini hugskotum, sum eru blivin til veruleika. ?
Við SkúlaFM er eitt púra nýtt íverksetara-segment komið fram í ljósið, sum er beinleiðis rættað móti teimum heilt ungu og orkumiklu næmingunum í okkara útbúgvingarskipan. Tí verður tað ógvuliga spennandi at fylgja við í, hvat hesin innsatsurin á tí longu breytini førir við sær tey komandi árini.??
Fríggjadagin fáa vit sjón fyri søgn. Hvørji hugskot koma næmingafyritøkurnar við? Hvussu væl duga tey at selja hugskotini og verður tað Nám X, sum á triðja sinni stendur eftir sum vinnari???
SkúlaFM verður sett av Bjørn Kalsø kl. 09:45 og í dómsnevndini sita: Beinta B. Nolsøe frá BankNordik, Jónhild Rasmussen frá Føroya Tele og Óla Kristian á Torkilsheyggi frá Navia.










