Hóast teir amerikonsku myndugleikarnir brúka nógva orku upp á arbeiðið at steðga rúsevnasmuglingini til landið, halda teir, at teir finna bara umleið ein triðing av tí rúsevninum, sum verður smuglað úr Suðuramerika.
Tað sigur generalurin Douglas M. Fraser (myndin), sum stendur fyri arbeiðinum at steðga smuglingini. Hann sigur, at skulu myndugleikarnir gera sær nakrar vónir um eitt betri úrslit, mugu teir fáa betri útgerð og meiri fólk.
Douglas M. Fraser sigur, at meginparturin av rúsevninum úr Suðuramerika verður fyrst flutt til Meksiko ella Miðamerika við skjóttgangandi bátum ella smáum flogførum. Haðani verður rúsevnið smuglað eftir landi til USA.
-90 prosent av øllum kokaini í USA kemur ígjøgnum Miðamerika og Meksiko, sigur generalurin.