Eykaspurningur skuldi til, áðrenn plátuvendararnir Niels og Finn Jensen høvdu koppað miðlamonnunum Hilmari Jan Hansen og Hera Simonsen í finaluni á Quiztinum. Finala í Quiztinum var aftur í ár hildin í Atlantis í Klaksvík, og har var fullur salur av fólk í góðum lag, sum fylgdu finaluni.
Í finaluni vóru 80´ara plátuvendararnir Niels og Finn Jensen, og teir kappaðust við miðlamenninar Hilmar Jan Hansen og Hera Simonsen.
Kappingin var jøvn og spennandi, og tað skuldi eykaspurningur til, áðrenn avgerðin var fallin. Men Finn og Niels kollgittu eykaspurningin, meðan Hilmar Jan og Heri vóru tvey ár við síðuna av.
Høvuðsvinningurin í Quiztinum vóru flogferðir frá Atlantsflogi, sum programleiðarin í Kringvarpinum handaði vinnarunum.
Finn Jensen sigur í stuttari viðmerking, at tað var bæði nervapirrandi og stuttligt at vera við í einum slíkum tiltaki. Men sjálvsagt fegnast hann um sigurin.