Finn Karlsen afturvaldur

Grønlendski flokkurin Atassut heldur fram við sama formanni Finn Karlsen fheldur fram sum formaður í grønlendska flokkinum Atassut.

Formansval var seinnapartin, og valið stóð millum Finn Karlsen og avbjóðaran Søren Alaufsen. Tá upptalt varð, fekk Finn Karlsen 39 atkvøður, og Søren Alaufsen fekk 10.

Í sambandi við formansvalið hevur Atassut boðað frá, at flokkurin er fyri grønlendskum sjálvstýri, men at grønlendingar skulu ikki yvirtaka fleiri málsøki, uttan at fíggjarliga orkan loyvir tí.