Skemtarar sum Finn Nørbygaard eru vanir við at gera eitt show, sum skal spælast umaftur og umaftur. Somu søgurnar skulu sigast kvøld eftir kvøld, meðan nýggj fólk í salinum flenna eftir teimum kvøld eftir kvøld.
Tað var eitt sindur av hesum yvir Finn Nørbygaard, tá ið hann var í Klaksvík og vitjaði farna vikuskiftið. Skemtiligi jydin var fyrikomandi og prátingarsamur, men tær somu søgurnar gingu aftur, tá ið hann tosaði við fjøl-miðlafólk.
Hann hevði eftir øllum at døma funnið eina stuttliga søgu at siga, sum hevði tilknýti til Føroyar, og nú hann situr har við borðið og ikki sær so elegantur og strokin út, sum vit kenna hann frá tí framúrskarandi Finn'sk Fjernsyn, greiðir hann frá, hvussu tað var, tá ið hann var í Føroyum fyrstu ferð.
? Tað var tíðliga í 80'unum, at eg var boðsendur at koma til Føroya at undirhalda. Eg skuldi undirhalda børnunum í SMS í tríggjar dag. Hetta var fyrsta framførslan hjá mær nakrantíð, men tað er ivaleyst eingin, sum minnist til tað, tí har var eingin og hugdi, greiðir hann frá. Hárið tykist verða eitt vet ov langt, og klædnabúnan er óhátíðarligur, men tað eru nakrir tímar, til hann skal á pallin í KÍ-høllini.
Fekk sekkin
? Eg skuldi hava tvær framførslur um dagin. Tá eg fór á pallin klokkan tvey, var eingin har, sigur hann og skapar eitt trillrunt 0 við fingrunum.
? Men teir skuldu ikki hava tað at siga. Eg læt sum einki og gjøgnumførdi tað, sum eg hevði ætlað mær.
Men tá ið seinna framførslan skuldi vera hendan dagin, var danski skemtarin tikin av plakatini, og ístaðin var ein kapping um ein túsundkrónuseðil, har tað ráddi um at eta so nógvar fløtabollar sum gjørligt.
? Eg spurdi teir so, hvussu var við mær, men teir søgdu bara, at eg gjørdi, sum eg vildi. Eg kundi fara heimaftur, ella eg kundi verða verandi í Føroyum í tríggjar dagar. Pengarnar, sum eg skuldi hava, skuldi eg nokk fáa.
Endin var, at Nørbygaard fór heimaftur sum av torvheiðum, og hann hevur ikki verið aftur í Føroyum fyrr enn nú.
? Soleiðis var mín byrjan sum skemtari á altjóða leikpallinum. Og fyri at hetta ikki skuldi endurtaka seg, havi eg biðið Norðoya Sparikassa tryggjað, at fólkini verða sitandi, tá ið eg skal á pallin, sigur hann og sipar til orsøkina til, at hann var í Føroyum. Hann undirhelt á ábyrgdarafundinum hjá sparikassanum í Norðoyggjum seinasta fríggjakvøld.
Væl umtóktur
Finn Nørbygaard varð føddur í Esbjerg í 1952, og hann hevur hildið fast um jútsku røtur sínar, tí hann hevur í nógv ár verið búsitandi í Århus.
Í 1988 kom fyrsti filmurin við tí nógv umrødda Jydekompagniet, har Nørbygaard enn einaferð spældi klovn saman við makkara sínum Jacob Haugaard. Teir báðir slóu ígjøgnum við eini útvarpssending av fyrstan tíð, og teirra samstarv var bæði drúgt og gevandi.
? Eg havi arbeitt saman við nógvum dugnaligum fólkum, men tað var nakað serligt við Jacob Haugaard. Okkara samstarv var nakað fyri seg, og tað er helst nakað, sum tú bara upplivir eina ferð í lívinum, sigur Finn Nørbygaard.
Finn'sk Fjernsyn
Føroyingar kenna hann helst best sum vertin og sjónleikaran í Finn´sk Fjernsyn, sum Sjónvarp Føroya hevur sent seinastu tvey árini.
? Tað er ótrúliga spennandi, men eisini krevjandi at gera hesa sendirøðina. Arbeiðið krevur sera nógv av tær, og hóast eg eri beskeðin, eri eg sannførdur um, at tað eru fáir skemtarar í Danmark, sum høvdu klárað hesa uppgávuna.
Eitt er, at tað tekur ein mánað at taka allar sketjurnar upp, men síðani er stóra uppgávan at vera vertur frammanfyri sjónvarpstólini, har tikið verður upp dag um dag, og alt skal fylgja eini neyvari ætlan.
? Eg skal bæði hugsa um fólkini í salinum, men alíkavæl snýr tað seg fyrst og fremst um upptøkutólini. Alt tað, sum eg skal siga, skal fylgja gongdini hjá upptøkutólunum, og einki kann kiksa, tí um tú mást taka nakað umaftur, so merkist tað á áhoyrarunum, sigur Finn Nørbygaard.
? Tí er tað eitt satt spæl at fara á pallin til eitt slíkt tiltak sum her í Klaksvík. Her kann eg vera púra fríur og gera tað, sum eg havi hug til, sigur hann.
Og tað gjørdi skemtiligi danin, sum undirhelt eini 1000 fólkum í 40 minuttir, og tað stóð ikki á. Har var nógv at flenna eftir.