Finn ein roykjara

At finna ein roykjara millum næmingarnar í framhaldsdeildini í Vestmanna Skúla er ein ógjørlig uppgáva. Í ár, skúlaárið 2008/09, er nevniliga eingin næmingur, sum roykir. Fyribyrging og ítróttur tykjast vera lykilin til bragdið

Royking

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Seinnu árini hava avgjøld omaná avgjøld verið løgd omaná tubbak og sigarettir. Samstundis hevur tað almenna nýtt milliónir av krónum upp á upplýsing um vandarnar við at roykja, og stór orka hevur verið løgd í at fyribyrgja royking.

Støðuga gongdin hevur verið tann, at alsamt færri byrja at roykja, samstundis sum tey, ið royktu áður, fækkast í tali.

Serliga tað fyrra kunnu vestmenningar nú vátta og sanna.

Í fleiri fylgjandi skúlaár hava tey lagt til merkis, at talið av næmingum, sum roykja, hevur verið støðugt minkandi, eins og tað hevur verið aðrastaðni.

Í fjør vistu starvsfólkini á skúlanum bert um tvey ella trý í allari framhaldsdeildini, sum royktu dagliga.

Í ár er tað eingin. Hóast tey eru fimm stórir flokkar, við tilsamans 67 næmingum, er tað ikki ein næmingur teirra millum, sum roykir.


Trúðu tí ikki sjálvi

Skúlastjórin í Vestmanna skúla, Ólavur Winther, greiðir frá, at tey í byrjanini av skúlaárinum hoyrdu okkurt um, at eingin av næmingunum royktu. Men tey høvdu ilt við at trúgva, at hetta veruliga mundi passa. Tað plagar jú altíð at vera onkur innímillum, sum roykir.

- Stutt eftir skúlabyrjan spurdi eg meg fyri millum næmingarnar. Tey søgdu tá, at eingin roykti. Men vit valdu so at síggja tíðin an, um tað nú veruliga mundi vera so.

Seinni í skúlaárinum, í november mánaði, spurdi hann aftur. Tá var tað heldur eingin sum roykti.

- Og nú havi eg aftur spurt, og tað vísir seg sum at har er í veruleikanum eingin, sum roykir, staðfestir Ólavur Winther, skúlastjóri.


Ópraktiskt at vera roykjari

Hóast aldursmark er á at keypa sigarettir og tubbak, og hóast prísirnir á hesum vørum eru hægri enn nakrantíð, eru tað enn fleiri heilt ung, sum roykja.

Ein má ásanna, at tað at seta prísirnar upp og at leggja aldursmark á keyp av sigarettum ikki hevur ynskta virknaðin.

Ólavur Winther, skúlastjóri, og Erling Munck Pedersen, varaskúlastjóri, halda eisini at tað eru onnur ting, ið hava ávirkað, soleiðis at støðan er, sum hon er í dag.

- Í 2001 lýsti táverandi skúlastjórin, Símun Simonsen, skúlans øki at vera roykfrítt. Tað merkir, at skal tú roykja, má tú út um matrikulin hjá skúlanum. Hetta var gjørt í samráð við lærararnar, og sást nakar bróta hesar lógir, varð tað talað at. Á tann hátt bleiv tað gjørt rættuliga ópraktiskt at vera roykjari, sigur Ólavur Winther.

Bygningurin, har framhaldsdeildin í Vestmanna Skúla heldur til, er samanbygdur við ítróttarhøllina í Vestmanna. Hetta nýtir skúlin eisini til fulnar.

- Vit hava gjørt tað soleiðis, at næmingarnir kunnu fara inn í høllina í fríkorterunum. Tað brúka tey nógv, og tað er eitt gott alternativ, heldur enn at fara út at roykja. Men eg haldi eisini at veðurlagið spælir inn. Man hevur gjørt tað so ólagaligt sum gjørligt at vera roykjari, og tað er nokkso ópraktiskt at vera roykjari í dag, heldur Ólavur  Winther.


Er ikki kul longur

Í Vestmanna Skúla starvast ein heilsusystir. Hon hevur allar næmingarnar inni hjá sær av og á, og hon fær eisini part av æruni.

- Tað arbeiðið, sum heilsusysturin ger við at upplýsa næmingarnar um vandarnar við royking, rúsdrekka og rúsevnum, er heilt víst eisini partur av frágreiðingini til at vit í dag ongan roykjara hava í framhaldsdeildini, sigur Erling Munck Pedersen, varaskúlastjóri.

- Tað, og so at Vestmanna er ítróttarbygd burturav, eru heilt sikkur viðvirkandi til at tey ungu í dag als ikki síggja tað sum kul at roykja. Tey vita, at skal tú náa nøkrum innan ítrótt, so kanst tú ikki roykja. Og tá tað eru fá av teimum eldru sum roykja, so eru tað heldur ongar fyrimyndir av roykjarum, staðfestir Ólavur Winther.


Vilja markera bragdið

At eingin av teimum 67 næmingunum í 8.-,9.- og 10.flokki roykir er ikki mest skúlanum at takka. Hinvegin eru tað næmingarnir sjálvir, ið eiga rós uppiborið.

- Tú kann gera tað so tvørligt sum møguligt at roykja, men í síðsta enda er tað jú næmingurin sjálvur, sum tekur avgerðina, sigur Ólavur Winther.

Tá tað eru næmingarnir, sum eru so raskir, at eingin teirra roykir, vil skúlin eisini markera tað onkursvegna.

- Vit hava tosað saman um tað, og hava eisini verið í samband við mentanarnevndina í Vestmanna Kommunu, um tey kunnu stuðla tí. Vit ætla, móti endanum á skúlaárinum, og um eingin av næmingunum fer at roykja, at gera nakað burturúr hesum og markera tað við møguliga eini plátu, sum verður hongd upp í skúlanum, og har tað kemur at standa at framhaldsdeildin í Vestmanna var roykfrí í skúlaárinum 2008/2009, sigur Ólavur Winther.

Eftir ætlan verður hesin árgangurin heiðraður fyri at vera tann fyrsti roykfríi í skúlanum, og vil væl við, verða fleiri árgangir eftir eisini heiðraðir.