Finn Christiansen heiðraður við riddrarakrossi

Týsdagin 8. juli var móttøka í Norðurlandahúsinum, í sambandi við at Finn Christiansen hevur lagt frá sær sum norskur aðalkonsul í Føroyum, og Petur Even Djurhuus advokatur hevur tikið við. Í hesum sambandi er norski sendiharrin í Danmark, Dagfinn Stenseth, komin á vitjan. Á móttøkuni í Norðurlandahúsinum handaði norski sendiharrin Finn Christiansen "Den Kongeliga Norske Fortjernstorden, Ridder af første klasse". Hetta heiðurstekin fær Finn fyri sítt arbeiði sum norskur aðalkonsul í Føroyum frá 1995 til 2003.
Finn Christensen er 57 ára gamal og ættaður av Skála. Eftir at hann varð liðugur við sína útbúgving sum maskinverkfrøðingur í 1977, arbeiddi hann hjá Burmeister & Wain í Keypmannahavn til 1980. Meðan hann las, koyrdi hann eisini hýruvogn í Keypmannahavn. Hann hevur eisini arbeitt hjá SEV sum maskinverkfrøðingur. Frá 1985 til 2000 arbeiddi hann hjá Det Norske Veritas í Føroyum, fyrst sum sýnsmaður og frá 1991 sum stjóri. Síðan novenber 2000 hevur Finn rikið sítt egna ráðgevavirki, Sp/f Atlantic Marine Surveyors, á Argjum. Umframt sína útbúgving hevur Finn tikið nógv ymisk skeið innan sítt yrki. Hann er giftur við Margrethu, f, Næs, tey búgva á Argjum og eiga tveir vaksnar synir.