Hetta er so mótsigandi, at vit skilja einki av hesum:
í Januar mánaða gav Anfinn Kallsberg fiskimonnum skattalætta.
Í Mars mánaða tekur partamaður hansara, John Petersen, arbeiðið frá fiskimonnum.....
Nú eru tey politisku feløgini so smátt farin at gera vart við seg ímóti ætlanini hjá Landsstýrinum at taka íløgustuðulin av nú 1. mars.
Fyrst at gera vart við seg var Norðstreymoyar Javnaðarfelag, men tað frættist, at onnur feløg eisini eru farin at ressast og fara væntandi at mótmæla ætlanini.
Tað er serliga í teimum plássum, sum verða meinast rakt av at íløgustuðulin verður tikin burtur, at fólk eru farin at gera vart við seg.
T.d. hava í Sosialinum víst á, hvussu vanlukkuligar avleiðingar tað fer at fáa fyri Suðuroynna, har tað fer at kosta einum 350 fólkum arbeiðið, um djúpvatnstrolararnir missa tað góðu milliónina, teir fáa í part í íløgustuðuli um árið.
Men eisini í Vestmanna og í Lorvík fer tað at svíða fast, tí har standa og fella bátarnir, sum eru høvuðsgrundarlagið undir fiskivinnuni í teimum plássunum, við íløgutstuðulinum.Felags fyri øll er, at sagt verður, at fáa bátarnir íløgustuðul í trý-fimm ár afturat, er sloppið um tað ringasta, og so klára teir seg sjálvir.
Hinvegin hava teir ongan møguleika at standa seg sum er.
Teir stóru trolarararnir fáa eina góða millión í part í íløgustuðuli, men víst verður á, at hetta er ein stuðul, sum er samfelagsgagnligur, tí skipini kasta nógv meiri av sær í seinna endanum, enn tey fáa í stuðuli í fyrra endanum.
Jarðleggja lívsgrundarlagið
Tað hevur leingi verið greitt, at íløgustuðulin fór at fella burtur 1. mars í ár.
Men tað er ikki fyrrenn nú, knappar 14 dagar fyri evstamark, at fólk eru farin at ressast ímóti ætlanini
Og fyrsta, politiska felagið at leggja kortini á borðið er Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum vil góðtaka, at John Petersen tekur lívsgrundarlagið undan allari Vestmannabygd við einum pennastroki.
?Hetta er so margháttligt og sjálvmótsigandi, at vit skilja t að ikki, sigur Birgir Waag Høgnesen, nevndarlimur í felagnum.
? Í fjør brúkti Anfinn Kallsberg nógva tíð, og nógva orku uppá at snikka eina skipan til, sum gav fiskimonnum skattalætta frá 1. januar í ár.
Men samstundis tekur partamaður hansara í Tinganesi, arbeiðið frá fiskimonnum við einum pennastroki við at taka íløgustuðulin av frá 1. mars.
Eitt ræðuligt bakkast
Javnaðarfelagið í Norðstreymoy sigur at verður íløgustuðulin tikin av nú, sum ætlað, verður tað eitt ræðuligt bakkast fyri vestmenningar.
? Skattaprosetið er í topp og verður íløgustuðulin skryktur burtur í einum, eru eingi útlit fyri, at tað kann lækka í bræði.
Javnaðarfólk í Vestmanna siga, at ongin hevði hugsað sær, at íløgustuðulin skuldi verið í gildi í allar ævir.
? Men tað verður ein vanlukka at taka hann av nú í einum, heldur enn at lata hann halda fram í eini trý-fimm ár afturat, men at lækka hann so líðandi hesi árini, tí tað tola skipini og klára at laga seg til eina nýggja skipan.
Eini 30 húski
Norðstreymoyar Javnaðarfelag sigur, at í Vestmanna eru tríggir lemmatrolarar, sum fáa íløgustuðul, og at tað sigur seg sjálvt, at stuðulin má ómøguligt skrykkjast burtur í einum.
? Vit tosa um eini 30 húski, sum eru beinleiðis knýtt at hesum trimum trolarunum.
Og hartil skal teljast alt arbeiðsfólkið á virkjunum, teir avreiða til og tey eru heldur ikki so fá.
? Tvs, at vit tosa um eina heila bygd, sum er á veg ú í eitt arbeiðsloysi, sum kanska verður verri enn tað var nakrastaðni í 1993. Og tað má John Petersen ikki sleppa at tveita okkum í.
Á landsfundi Javnaðarfloksins í Trongisvági í november í fjør samtykti flokkurin at rættast var, at fiskurin kemur upp á land at verða virkaður.
? Vit í Norðstreymoyar Javnaðarfelag skilja hetta eisini sum eina áheitan á fiskimálaráðharran um at bera so í bandi, at íløgustulin verður minkaður so líðandi, so at tað merkist sum minst, at hann fellur burtur.
? Tað skal í hvussu so er standa fast, at vit í Norðstreymoy fara ikki at gloyma tað beistagerð tað er, um John Petersen sleppur at skrykkja lívsgrundarlagið undan vinnuliga krumtappinum í Vestmanna, ljóða útgangsorðini hjá Vestmanna Javnaðarfelag.